Inflasjónin runt um í heiminum minkar skjótari enn væntað, skrivar The Wall Street Journal (WSJ).
Millum londini sum høvdu størsta prísvøkstur eftir farsóttina – USA, Europa og fleiri aðrir marknaðir. metir fíggjarrisin Goldman Sachs at prísvøksturin við endan av 2024 fer at liggja um tvey prosent.
– Teir vanligu faktorarnir sum toga inflasjónina niður eru matur, orka, prísir á globalum vørum og pengapolitikkur, sigur ráðgevin í Oxford Economics, Michael Saunders, við miðilin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo