Tað er onki í tíðindunum, sum hava verið frammi í vesturlendskum miðlum um, at fiskivinnuavtalan ímillum Føroyar og Russland gevur Russlandi møguleika at fáast við annað enn fiskivinnu, eitt nú at njósnast, tað sigur Maria Zakharova, sum er talskvinna hjá russiska uttanríkisráðnum, skrivar miðilin Bnnbreaking.com.
- Russisku fiskiskipini í føroyskum sjógvi eru ongin hóttan ímóti Danmark ella vesturheiminum, sigur hon.
Sambært Mariu Zakharova eru søgurnar íspunnar, og ætlaðar at gera viðurskiftini ímillum Føroyar og Russland óstøðug.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo