Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Innflutningurin fyri fyrstu tíggju mánaðirnar av 2023 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 10,1 milliard krónur. Hetta er fýra prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022. Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og bólkinum "maskinur og onnur útgerð". 

Oljuprísurin er lægri nú enn fyri einum ári síðani, hóast prísurin á gassolju er eitt vet hægri nú enn í summar. Innflutningsvirðið av brennievni var 1.589,6 milliónir krónur fyrstu tíggju mánaðirnar av 2023. Hetta er 461,8 milliónir krónur, ella 22,5 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022.

Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking" (fyri tað mesta feskur fiskur og ídnaðarfiskur). Har er innflutt fyri 150,5 milliónir krónur meira, sum er 23,9 prosent vøkstur.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 159,3 milliónir krónur, ella 23,3 prosent.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo