Partabrævið hjá BankNordik gjørdi eitt skarvslop á børsinum í dag og hækkaði 31,15% í virði.
Kursurin endaði á 200 eftir ein stóran handil við gott 8.000 partabrøvum um lukkitíð. Vit skulu heilt aftur til desembur 2007 fyri at finna sama virði á partabrævinum hjá BankNordik, hvørs partabræv bleiv skrásett á virðisbrævamarknaðinum í juni sama ár.
Tað er ongin nýggj fráboðan komin til marknaðin, sum kann geva eina ábending um orsøkina til stóru hækkingina í virðinum.
Størstu eigararnir í BankNordik eru sambært yvirlitinum tvey donsk feløg - Rth Holding Aps við heimstaði í Keypmannahavn og Gtm Familie Holding Aps við heimstaði í Hirtshals. Feløgini eiga góð 10% í part av bankanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo