Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mánadagin 30. september 2019 var stjóraskifti á Føroya fólkaháskúla.

Háskúlastjórnin skipaði fyri lítlari samkomu at siga farvæl við fráfarandi stjóran, Annfinn Heinesen, og at heilsa upp á nýggja stjóran, Hedvig Westerlund Kapnas.

Mong góð orð vórðu søgd við Annfinn, sum hevur fingið nógv av skafti hesi fimm árini, hann hevur verið stjóri. Við góðum privatum stuðli umframt almenna stuðlinum er komið væl áleiðis við at umvæla skúlan, og áhugin fyri søguliga og fólkakæra háskúlanum er enn stórur.  

Hedvig er spent at taka við nýggju avbjóðingini sum háskúlastjóri og vónar, at hennara íkast fer at síggjast aftur í góðu menningini.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum var og heilsaði uppá og takkaði Annfinni fyri  tíðina sum stjóri og ynskti Hedvig bestu eydnu í nýggja starvinum. Jenis av Rana fegnaðist um virksemið á háskúlanum, sum hevur havt stóran týdning gjøgnum árini fyri tey ungu, sum velja at fara á háskúlaskeið, umframt fyri øll, sum nýta høvið at fara á tey ymisku stuttskeiðini, sum skúlin eisini bjóðar fram.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo