Skúlablaðið: Eitt mál hjá Mentamálaráðnum við nýggju kanningini av happing var at fáa at vita, hvørt tiltøkini, sum hava verið sett í verk síðani 2016 at basa happing, hava eydnast ella munað. Tí snúðu nakrir av spurningunum í seinastu kanning seg um kunnleikan til hesi tiltøk og harafturat onnur tiltøk, sum kunnu hugsast at hava ávirkan óbeinleiðis á trivnað og happing í skúlanum.
Ein av fyritreytunum fyri, at átøk virka eftir ætlan, er, at tey, sum átøkini eru ætlað til, hava kunnleika um tey. Hava næmingarnir kunnleika til átøkini, er tað eitt prógv uppá, at tey eru vitandi um, at tað verður arbeitt við viðurskiftunum, t.d. happing, sum aftur kann viðvirka til tryggleika og upplivilsi av at vera tikin í álvara. Tí vórður næmingarnir spurdir eitt nú um trivnaðarætlan skúlans, og um skúlin hevur politikk viðvíkjandi nýtslu av fartelefon.
Næmingarnir eru í tveimum førum spurdir um trivnaðarætlan skúlans. Fyrru ferð verður spurt beinleiðis, um skúlin hevur eina trivnaðarætlan. Størsti parturin svarar, at tað vita tey ikki, tó at 33% vita, at skúlin hevur eina trivnaðarætlan. Seinnu ferð er tað í spurninginum “Hvat ger skúlin við happing”? Tá eru bert 11% (217 næmingar) sum siga, at skúlin hevur eina trivnaðarætlan, ið er við til at basa happing. Hetta bendir á, at næmingarnir, hóast teir vita, at skúlin hevur trivnaðarætlan, ikki fata hesa sum eitt amboð at basa happing.
Sambært Mentamálaráðnum hava nærum allir skúlar trivnaðarætlan. Okkurt bendir á, at næmingarnir ikki eru kunnaðir um trivnaðarætlan skúlans, og at tað verður ov lítið arbeitt við hesum, tá tann trivnaðarætlan, ið møguliga er til, er ókend.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo