Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Sunda kommuna: Tað er ikki á hvørjum ári, at ein nýggjur prestur fær eina søguliga, mentanarliga, afturlítandi og samstundis góða móttøku undir eini og somu gudstænastu.

Hetta var kortini júst tað sum var Jákupi E. Petersen fyri, tá hann sunnudagin 15. september klokkan 12 hevði gudstænastu í Saksun.

Nú er nakað av tíð liðin síðani kirkjuráðini í Norðstreymoy tóku avgerð um, at Jákup E. Petersen, sum er ættaður úr Klaksvík skuldi verða teirra komandi prestur.

Tænasta hansara í økinum er nú byrjað, og sunnudagin 15. september 2019 var dagurin komin, tá hann fyrstu ferð skuldi prædika fyri kirkjufólkinum í Saksun.

Eftir prædikuna nýtti hann høvið at takka fyri móttøkuna, og kundi samstundis upplýsa kirkjufólkinum, at eftir gudstænastuna var ein drekkamunnur at fáa uttanfyri kirkjuna.

Tað hevði verið av ringasta veðri dagin fyri, og nakað av vindi var enn henda sunnumorgunin. Men í eystaru síðu av kirkjuni var kortini lívd at fáa til eina hugnaliga samveru millum bygdarfólkið og tey, ið vóru komin av bygd.

Mannarøddin
Tað er heldur ikki á hvørjum sunnudegi, at gudstænasta er í søguligu og sera hugnaligu kirkjuni í Saksun, sum annars varð vígd 3. sunnudag eftir trinitatis - 20. juni 1858.

Her búgva í dag einans átta fólk, men hóast tey eru fá í tali, so kallar kirkjuklokkan kortini til gudstænastu hvønn dag, tá prestur er her.

Henda sunnudagin var serliga nógv gjørt burturúr, nú mentanardagar vóru í øllum bygdunum í teirri stóru Sunda kommunu, sum Saksun eisini er partur av.

Umframt vitjanina hjá nýggja prestinum, vóru eisini teir vælkendu og væl samansungnu Kingo-sangararnir úr Tjørnuvík bodnir við til hesa gudstænastuna. Og hesir sangararnir vóru haraftrat forsangarar undir leiðslu av Steinbjørn Magnussen, og sum settu sín dám á sálmasangin og øll aftursvarini í eini gudstænastu.

Jú, hetta var í roynd og veru ein minnilig gudstænasta, tí hetta skuldi vera ein gudstænasta av tí gamla slagnum, um ein kann siga tað so - ein siðbundin gudstænasta, uttan annað ”ljóðføri” enn kirkjuklokkan og mannarøddin.

Hesin veruleiki gav seg longu til kennar, tá præludium skuldi spælast. Har sat tó eingin urguleikari við urguna, og í roynd og veru var heldur einki præludium ella postludium hesa ferðina.

Gud Fader udi Himmerig
Gudstænastan byrjaði annars sum allar aðrar gudstænastur við klokkuringing, men sat onkur og bíðaði eftir urguleikaranum, so var tað til fánýtis. Tí so skjótt sum klokkarin hevði ringt seinasta tónan, fór deknurin fram á kórsgáttina at lesa inngangsbønina.

Til gudstænastuna var gjørt eitt sangblað, har ein kundi fylgja við í, hvussu henda gudstænastan gekk fyri seg, nú eingin tónleikur var undir gudstænastuni.

Tá inngangsbønin var lisin stóð fyrsti sálmur á skránni – einki forspæl, eingin tónleikur og alt á donskum, tá mansrøddin hjá Steinbjørn Magnussen setti fyrsta sálmin í gongd ”Gud fader udi Himmerig” í góðum og røttum Kingo-stíli.

Soleiðis helt gudstænastan fram við íalt fýra sálmum, har eitt ørindi úr øðrum sálmi ”Herre Jesus Christ, sandt menneske og Gud” kann hoyrast í upptøkuni og annars lesast í hesi greinini.

Presturin, Jákup E. Petersen las, bað og prædikaði á føroyskum máli, men annars vóru vit sett laangt aftur í tíðina, tá gudstænasturnar vóru skipaðar soleiðis.

Jú, Kingo-sangur var eisini sungin í Saksunar kirkju í síni tíð, eins og tjørnuvíkingar nú á døgum hava hildið fast við og givið hesum sangi sína renesansu, sum fólk bæði kring oyggjarnar og í útlondum kunnu líða á og fegnast um.

Gamalt og viðkomandi
Hóast tað var Kingo-sangurin sum sermerkti hesa gudstænastuna so nógv, at neyðugt var ikki við urguleikara, so vóru kortini bæði deknur og klokkari í tænastu henda dagin.

Deknur var Lars Gunnar Dahl-Olsen og klokkari Páll Svartá, sum hevur røkta hesa tænastuna í væl omanfyri 20 ár, eftir at undangongumaður hansara andaðist.

Henda dagin var væl av fólki í kirkju – eisini væl av fólki úr øðrum bygdum, og enntá úr øðrum oyggjum. Hetta fylti væl upp til hesa serstøku gudstænastuni.

- Onkutíð vóru eini 100 fólk búsitandi her í Saksun. Men í dag eru vit bert eini átta. Tað er ikki serliga nógv, sigur Páll Svartá, stutt undan hann skal upp í tornið at ringja við klokkuni.

Tað krevur sjálvandi sítt at vera klokkari í eini kirkju, og soleiðis er eisini her í bygdini, hóast fólkatalið er lítið.

- Men í løtuni er bert gudstænasta, tá prestur er her, greiður skjótt 80 ára gamli Páll Svartá frá.

Klokkan er 11:56, og hann fer nú upp í tornið at lata lúkurnar upp og síðani ringja. Enn ein gudstænasta í hesi 161 ára gomlu kirkjuni er byrjað.

Hóast kirkjan hevur síni ár á baki, er evangeliið hitt góða og gamla, og framvegis viðkomandi og aktuelt ein sunnudag í september mánaði 2019 í Saksunar kirkju.

Sí upptøku her

Orð/myndir/upptøka: Snorri Brend
Sí meira á sunda.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo