Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: - Fyrsta ráðið er at áseta mørk. Tað kann gerast á ymsan hátt, men eitt, ið eg mæli til, er, at foreldur siga við barnið, at tað sleppur at spæla tveir tímar um dagin, og so er liðugt. Tað hjálpti mær væl, at foreldur míni vóru rættiliga konkret. Ansið kortini eftir, at alt fer fram á virðiligan hátt. At beina PlayStation burtur ella at steingja tað inni kann kanska verða neyðugt í tí føri, har tað av álvara er neyðugt, men virðiligar avtalur eru betri.

- Annað ráðið er at fáa barnið burtur frá telduspæli. Har eiga foreldur sjálv at taka stig til okkurt felags virksemi. Tey kunnu spyrja barnið, hvat tað kundi hugsað sær, at tit gjørdu í felag. Tað kunnu vera ymisk spøl bæði innan- og uttandura.

- Triðja ráðið tekur støði í mínum persónligu upplivingum. Frá tí, at eg var 13-16 ára gamal, sat eg og spældi teldu, frá tí eg kom upp, til eg fór í song. Vanligar skúladagar spældi eg, frá tí eg kom úr skúlanum, til eg fór í song. Eg tímdi einki annað, og teldan var øll mín verð. So er tað, at pápi mín ein dagin kemur og setir seg hjá mær og biður meg trýsta á steðgi-knøttin. Vit fóru so inn í køkin og settu okkum. Hann sigur við meg, at hann veit, at eg spæli nógv teldu, og at hann veit, at tað er stuttligt, men so spyr hann meg, hvat eg ætli at brúka alla hesa nógvu tíðina framman fyri telduna til, nú ið eg eri blivin 15 ára gamal. Tá hendi nakað innan í mær. Eg fór at hugsa um alla ta tíð, eg spilti burtur við telduspæli. Ein tilgongd var farin í gongd í høvdinum á mær, tí tað, sum pápi mín hevði sett orð á, fekk meg at síggja, at her var ikki rætt vorðið. Eg gavst ikki við telduspæli beinan vegin, men eg broytti mínar heimligu vanar, eitt nú við at fara fyrr í song. Eisini uttan fyri skúlan broyttust viðurskiftini. M.a. fór eg at venja fótbólt.

- Eg haldi, at tað er umráðandi, at foreldur hjálpa barninum, ið ikki dugir at tálma sínum telduspæli, við at tosa við barnið. At pápi mín setti orð á nøkur viðurskifti, hjálpti í hvussu er mær, sigur Jógvan at enda.

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2019

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo