Føroysk lesandi eru saman við teimum norsku best fyri fíggjarliga av øllum lesandi í Norðurlondum, tá hugt verður eftir studningi, møguleikanum fyri lestrarláni og um lagt verður til grund, at tann lesandi arbeiðir 10 tímar um vikuna við síðuna av lestrinum. Í hølunum á føroyingum koma tey í Danmark.
Verður sæð burtur frá møguleikanum at hava arbeiði víð síðuna av lestrinum, so eru tað tey í Danmark sum liggja best fyri ímeðan finnlendingar liggja aftast.
Eisini studningurin, sum landið letur til tey lesandi, er hægstur í Danmark, stendur at lesa í nýggju frágreðingini Students in Nordic Countries – Study support and economics, har nærum 1 millión lesandi í Norðurlondum eru við, og sum er endurgivin í miðlinum University World News.
Kanningin vísir, at hóast Norðurlond munnu vera ímillum tey frægastu í heiminum at lesa í, so er stórur munur frá landi til land.
Eitt nú eru lestrarlánini dýrast í Danmark, tí har verður renta kravd eisini í lestrartíðini, sæst millum mangt annað í kanningini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo