Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Tilsamans 397 umsóknir komu inn til útbúgvingarnar á Setrinum.

Av hesum søktu 313 um upptøku á bachelorútbúgvingum, 37 um upptøku á masterútbúgvingum, 25 søktu um upptøku á diplomútbúgving, 4 søktu um at lesa hjánám og 18 søktu um upptøku til ískoytisútbúgving fyri lærarar og námsfrøðingar.

Fyri bachelorútbúgvingar sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:

• 27 Búskaparfrøði
• 35 Fólkaskúlalærari
• 13 Føroyskt
• 22 Løgfrøði
• 9  Maskinfrøði
• 35 Námsfrøði
• 5 Orkuverkfrøði
• 2 Orkuvísindi og støddfrøði
• 8 Politikkur og umsiting
• 15 Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
• 8 Søga
• 30 Sjúkrarøktarfrøði

209 Tilsamans

Fyri masterútbúgvingar sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:

• 5 Føroyskt
• 4 Løgfrøði
• 9 Politikkur og umsiting
• 10 Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
• 8 Søga
• 2 West Nordic Studies

38 tilsamans 

Fyri diplomútbúgving í listaligum arbeiði sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:

• 10 ritlist
• 6 tónlist

16 tilsamans

Fyri hjánám sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:

• 2   Føroyskt
• 3   Støddfrøði

5 Tilsamans

Tey, sum hava fingið útbúgvingartilboð, hava nú og til í seinasta lagi 1. august at siga frá, um tey taka av lestrarplássinum. Taka tey ikki av, verða tøk pláss til tey, sum standa á bíðilista. Tá verður farið undir at kanna, hvørjir av umsøkjarunum, sum standa á bíðilista, skulu hava boðið lestrarpláss og boð verða send teimum so skjótt, sum hetta er klárt.

Umsøkjarar, sum hava fingið avslag, eru kunnaðir um, at teir kunnu seta seg í samband við Setrið at fáa nærri kunning og vegleiðing.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo