Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Tað ber ikki til bara at útbúgva lærarar í hópatali fyri at sleppa undan læraratrotinum í Danmark, tí lærarastarvið er ikki fremsta valið hjá nógvum nýútbúnum lærarum í Danmark, vísir ein spildurnýggj kanning. Orsøkin er, at lærarar halda, at arbeiðsumstøðurnar eru ikki nóg góðar, og tí er tað fólkaskúlarnir – ikki frískúlarnir – sum verða við sviðusoð.

- Eg lesi til lærara, tí eg brenni fyri at fáa møguleikan at geva børnum fortreytir fyri einum góðum lívi. Tí vil eg helst ikki vera lærari í fólkaskúlanum.

Soleiðis svara nógv, sum verða spurd í stóru kanningini, sum tríggir granskarar á Københavns Professionshøjskoles læreruddannelse hava spurt. Tey, sum eru spurd, eru læraralesandi á síðsta ári.

Kanningin eitur ”Á gáttini at gerast lærari – umráðingar hjá lesandi um komandi arbeiðslívið”. Tað eru 298 av teimum 662 lesandi, sum hava svarað. Tað svarar til 45 prosent. Tey lesandi hava eisini fingið opnar spurningar, har tey hava havt høvi at orða skrivlig svar.

Bara ein fjórðingur svarar greitt, at tey leita eftir arbeiði í fólkaskúlanum, men eins nógv svara, at tey ikki fara at arbeiða í fólkaskúlanum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo