Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skulabladid.fo: Fyri fýra árum síðani var ein av fimm næmingum í Halsen framhaldsskúla í Trøndelag tikin út úr flokkinum til serundirvísing. So hálsaði skúlin um og broytti mannagongdirnar. Í dag fær nærum eingin næmingur serundirvísing uttan fyri floksstovuna.

Ikki færri enn 18 prosent av næmingunum, nærum ein av fimm, fekk serundirvísing í 2015. Hesir næmingarnir vórðu tiknir út úr stovuni av einum hjálparlærara. Hinir næmingarnir fingu vanliga floksundirvísing av einum lærara. 18 prosent er eitt alt ov høgt tal, hildu lærararnir og leiðslan í skúlanum. Í staðin fyri at taka næmingar úr floksstovuni, gjørdu teir av at seta ein eyka lærara inn í flokkin.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo