- Hugsanin er, at felagið skal elva til samstarv millum lærarar í føroyskum, skal skipa fyri fakligum og námsfrøðiligum kjaki og tiltøkum og harumframt at hava samstarv við móðurmálslærarafeløg í hinum Norðurlondunum. Soleiðis siga stigtakararnir til nýggja áhugafelagið fyri føroysktlærarar í tíðindaskrivi.
Stovnandi aðalfundurin verður í Miðnámi á Kambsdali mikukvøldið 30. oktober kl. 19.
Felagið skal gagna frálæruni í føroyskum á øllum stigum úr barnagarði til fróðskaparsetur, siga fyrireikararnir, sum hava biðið Oddfríð Marna Rasmussen koma við á fundin at greiða frá skaldsøguni Ikki fyrr enn nú.
Á aðalfundinum verður val av nevnd og viðtøkum.
Katrin Næs, Henrietta A. Jacobsen, Jastrid á Dalbø og Óluva Klettskarð hava fyrireikað nýggja felagið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo