Skúlablaðið: Tað eru sterkar kreftir ímóti, at smábørn koma í nánd av talgildum miðlum; hetta fyrivarnið er ikki bara at hoyra millum námsfrøðingar og foreldur; eisini nógv gransking vísir á, at vit skulu vera varin á hesum økinum.
- Tað sýnist rættiliga løgið, at talgildu miðlarnir skulu vera bannaðir í dagstovnum, meðan tað er í lagi, at teir verða brúktir í skúlum. Sjálvandi skulu vaksin seta børnum mark fyri, hvussu nógv og hvussu leingi tey kunnu vera á talgildu miðlunum, umframt at tey skulu vera saman við teimum á talgildu miðlunum. Heldur enn at nokta teimum at vera á talgildu miðlunum, mugu vit vera virknari og vísa áhuga fyri tí, børnini síggja og spæla. Tað er eisini ein góður máti at seta føroysk orð og heiti á tað, børnini síggja. Nógv børn kenna bara ensku heitini fyri eitt nú ævintýr, sum hava verið á føroyskum leingi.
Tað siga Randi Biskopstø, Malan Jákupsdóttir Heinesen og Osla Norðá, sum eru námsfrøðilesandi á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Í fjør skrivaðu tær eina bachelorritgerð við heitinum Mál og talgildir miðlar. Evnið valdu tær, tí at tær hoyrdu á prátinum og málinum hjá børnum, at tey vóru ógvuliga nógv ávirkað av talgildum miðlum.
- Vit hoyrdu nógv ensk orð í málinum hjá teimum, og vit hoyrdu, at ávirkanin kom av telduspølum, filmum, YouTube og slíkum, sum tey sita við heima. Spurningurin, sum vit so settu, var, hvussu vit sum námsfrøðingar skulu arbeiða út frá tí veruleika, at hetta er ein partur av lívinum hjá børnum. Tí tað eiga vit, halda vit. Um somu tíð er upplagt at spyrja, hvussu dagstovnarnir kunnu ganga undan og vera við til at gera børnini búgvin at vera á talgildu miðlunum.
Tær settu sær tí fyri at kanna, hvørja ávirkan talgildir miðlar hava á málið hjá børnum á dagstovni, hvørja hugsan foreldur og námsfrøðingar hava um talgildar miðlar, tá ið talan er um nýtslu og møguleikar, og hvussu dagstovnurin kann skapa umstøður fyri, at barnið kann menna seg til tað, sum framtíðin bjóðar. Kanningarnar, sum tær gjørdu í sambandi við uppgávuna, staðfestu tað, sum tær hildu frammanundan, nevniliga, at bæði námsfrøðingar og foreldur siga málið og prátið hjá børnum vera nógv ávirkað av talgildu miðlunum, serliga av enskum tilfari.
- Tá ið vit spurdu námsfrøðingar, um teir hildu, at talgildu miðlarnir eiga at vera partur av gerandisdegnum á dagstovnunum, so var semja um, at tað halda teir ikki. Hugburðurin hjá foreldrunum, sum vit spurdu, var tann sami, at børnini ikki skulu vera á talgildu miðlunum, meðan tey eru á dagstovni. Tá skulu tey spæla, og spæla merkir at spæla í siðbundnari merking.
Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2019
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo