Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Hví spurdi tíðindamaðurin ikki advokatin, um tað ikki eisini er uppgáva hjá Toll- og Skattaráð Føroya at taka málið upp?

Um satt er, sum hoyrdist í tinginum í gjár, so hava Føroyar fingið tilboð um at keypa 50.000 vaksinueindir av russisku Sputnik-vaksinuni

Tey bæði hernaðarflogførini sum skulu hava eftirlit norðanfyri og kring Føroyar, meðan bíðað verður eftir radaranum, eru nú komin til Føroya

Fishfacts hevur í dag gjørt avtalu við Space X um keyp av fimm sergjørdum fylgisveinum. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi. Endamálið er at gera tað lættari hjá skiparum og reiðarum at fylgja fiskiskapinum

Tað eydnaðist ikki at fá semju í lag ímillum línuskipini um at skipa fiskiskapin á Flemish Cap við eginkvotum

Sambært danska ferðaídnaðarblaðnum “Standby” kemur eitt av heimsins størstu sexikonum til Føroya á vitjan á páskum

- Tað er skjótt ein fær tað fatan, at føroyingar vilja fegnir hava grøna orku, men hon skal koma úr ongum

- Meðan allur heimurin gleðir seg til olympisku leikirnar í Japan í summar, fara Føroyar at skipa fyri sínum egnu olympisku leikum. Leikirnir verða fyriskipaðir av landsstýrinum, og er tað bara ein útvaldur bólkur, sum sleppur at luttaka

- Í gjár ljóðaði sum at nú var endiliga semja um Tjóðpallin. Mong fegnaðust – ikki minst mentamálaráðharrin og borgarstjórin. Men síðan eru mótmæli komin, bæði frá politikarum og onkrum granna

- Serliga ein persónur hevur verðið navngivin, hongdur út ferð eftir ferð og toygdur í hvørjari lykkju alment

- Var hann vilstur í innkomuvegnum, ella hvat?

- Um nakar ivast í, um Dennis Holm aftrat fulltíðarstarvinum sum borgarstjóri í Vági og alment fíggjaðu granskingini í sjálvfylgiligheitum, hevur havt annað at takast við, so verður nú avdúkað, at hann hevur bygt eitt bryggjarí í Vági

- Í Degi og Viku í kvøld øtast landsbankastjórin, at Landsbankin skal á fíggjarlógina. Hvat er hetta fyri arrogansa, erpni og frekleiki?

Nú landsstýrismaðurin skal gera nýggjar reglur fyri hvussu miðlastuðulin skal brúkast, kann hann hóskandi velja at hugsa í heilt øðrum banum

- Tað kunnu vera ovurmiklar, djúphugsnar hugaroyndir, ið birtast, tá rímsmiður við støðugari almennari høvundasamsýning ár undan ári, vaknar úr bjarnardvala, og eina løtu gloymir dustsúgvara, matgerð og avmáldu búkfylluna í dagliga húskallagerninginum

KVF hevur nógvar ”serfrøðingar” at trekkja uppá, tá ein ávís meining skal varpast út. Er talan um fíggjarstovnar fellur valið ofta á tann sama persónin

- So hendi tað aftur, uppgerðin fyri føðingar farna árið er komin. Aftur er kynsbýtið heilt forkert, tí í fjør vóru 366 dreingir føddir, men bara 309 gentur

- Viljanum bilar einki, men er førleikin nóg góður? Hóast tríggir ymsir journalistar skriva, so er sama orð brúkt hvørja ferð í yvirskriftini

- Petur Jacobsen var so bersøgin sjálvur at siga, hvat fólk fóru at sakna nú R7 útvarpið gevst: Tónleikin! Og tað sigur ikki so lítið um dygdina. Miðlastuðul til tónleik?

- Tað er ikki lætt at vera Jenis

- Lat okkum royna at toyggja vælstandin, so hann røkkur yvirum so nógv ættarlið sum gjørligt

- um hesir báðir miðlarnir ikki søkja, so verður meira til okkum, sum vilja hava miðlastuðulin og fáa brúkt hann til okkurt skilagott

Tað vísur ein kanning sum er á VP beint nú

Nú koppingarevni til koronu er á trappuni hoyrist úr fleiri londum, at ein stórur partur av fólkinum ikki ætlar at lata seg koppseta. Eitt nú sigur fimti hvør dani, at hann ivast

Hetta er jú ein erlig roynd at verja seg, og okkum, ímóti skaðiligari haturstalu sum millum annað eggjar til yvirgangsvirksemi

Í spurnakanning á VP siga 22 prosent av teimum, sum hava svarað, at tey vita ikki, um tey fara at vaksinera seg móti koronu

Kringvarpið hevur lagt myndir út av Jørgen Niclasen í dag, har ein avmyndar hann sum er hann vorðin so gamal, at hann skjótt fær brúk fyri hoyritóli

- Sjúrður Skaale er ein sera fjølbroyttur persónur. Hann er politikari, musikari, skemtari, sølumaður, rithøvundur, spinnari, hulduhøvundur og so er hann ein de facto klovn

VP fer at taka fyri politiskar greinar í sambandi við kommunuvalið frá mánadegnum 21. september 2020 at rokna

- Hví ber ikki til at finna onkran, sum kann avdúka fuppnummarið hjá tjóðveldinum og teirra eltibløðrum?

Tað var óføroyskt at blaka mat burtur

- Tá heilsuverkið ikki klárar tveir koronasjúkar russarar, hevði illa staðið til, um farsóttin veruliga gjørdi um seg í Føroyum

Skulu vit halda okkum til kostnaðin hjá tunnilsfelagnum, so kemur ein biltúrur millum Tvøroyri og Havnina (ca 70 km) aftur og fram við persónbili at kosta í rakstri: 140 km x 3 kr = 420 kr.

- Spuringurin er so, um avvarðandi aðalráð kann liva við eini so óálítandi og villeiðandi leiðslu fyri ein so stóran og týðandi stovn undir landinum

- Ger aldri telefonballadu. Um tað ikki ber til at lata verða við at gera telefonballadu, syrg so fyri, at eingin advokatur hoyrir søguna

- Hvat fjórða statsvaldið hugsar í hesum døgum er ilt at meta um, men sjálvrannsakan hevur ongantíð verið eyðkenni hjá Sortudíki

- Jólamaðurin hevur helst gjørt fleiri føroyingar trúgvandi enn Sigmundur. Lat nú velbastaðfólk fáa frið

- At trupult hevur verið hjá Landsverkfrøðinginum at halda skil á øllum milliónunum, aloftast teimum hundraðtals manglandi ella dýrkandi milliónunum til almennar verkætlanir, er kanska ikki so løgið

Dagur og Vika hevði í gjár eina longri sending um støðuna hjá Atlansflog. Støðan hjá felagnum er álvarsom. Felagið hevur so gott sum ongar inntøkur havt síðan miðjan mars

- Í meira enn tvey ár varð Betri Banki bæði ákærdur og dømdur fyri skattasvik av Kringvarpi Føroya

- Ein kundi spurt um tað er í samsvari við góða fjølmiðlasiðvenju, tá ein blaðstjóri brúkar sínar miðlapallar til at fremja síni egnu handilsligu áhugamál

Seinastu tíðina er ein verkætlan fyri og onnur eftir avdúkað í Tórshavnar kommunu, og tóat KVF hevur fingið somu innbjóðing sum allir aðrir miðlar, so er KVF ikki møtt upp

Men tað eru eisini tey sum svara í spurnakanningini á VP at tey ikki fara at ferðast í summar. Tað siga 29 prosent av teimum 2137, sum hava svarað

- Nógv bendir á, at ákæruvaldið rennur undan ábyrgd í skattamálinum

VP hevur gjørt nýggja spurnakanning, har spurt verður: Heldur tú feriu í Føroyum í summar?

- Hvussu trúfastur er biografgangarin, og hvørja ávirkan fer koronastongsulin at hava, tá biografarnir opna aftur?

Successkriteriið var at heilsuverkið skuldi ikki kollapsa

- Sjálvt okkara leiðandi politikarar halda tað er í fínasta lagi at geva danska myndugleikanum í Føroyum fríar heimildir at handtaka frísk fólk, og seta tey í varðhald/sóttarhald

Sum einasta landið um okkara leiðir ganga sviar eina aðra leið enn vit onnur í korona spurninginum

Hetta er tíðin, har vit sum samfelag royna at "samla stumparnar" og reisa okkum spakuliga aftur. Og uttan at nakar roynir at lukrera uppá syndarligu støðuna, sum nógv eru í