Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Meðan allur heimurin gleðir seg til olympisku leikirnar í Japan í summar, fara Føroyar at skipa fyri sínum egnu olympisku leikum.

Leikirnir verða fyriskipaðir av landsstýrinum, og er tað bara ein útvaldur bólkur, sum sleppur at luttaka.

Hesi eru tey, sum manna føroyska línuflotan, eini 20 skip í tali.

Kappingarnar verða ikki í Føroyum, men í sjóøkinum á Flemish Kapp og í Eysturgrønlandi.

Vinnarin verður tann, sum fiskar mest av teimum 300 tonsunum av toski á Flemish Kapp og 2000 tonsunum av toski í Eysturgrønlandi.

Tað ljóðar, at sjálvur løgmaður skal handa heiðursmerkini á hátíðarløtu, sum verður fyriskipa á sjómannadøgunum, sum ætlandi verða í Klaksvík seinni í ár.

Hesir serligu føroysku olympisku leikirnir byrja fyrsta dagin.

Skipini liggja klár til at fara avstað.

Fyrsta kappingin verður í Eysturgrønlandi og væntast kann, at luttøkan verður stór, hóast árstíðin, fyri veður og ís, ikki er tann besta.

Tað lá annars ikki í kortinum, at Føroyar skuldu skipa fyri “olympiskum leikum”.

Ætlanin var, at hvørt línuskipið skuldi hava sína egnu kvotu, so tey sjálv kundu gera av, nær tey fóru á Flemish Kapp ella Eysturgrønland.

Fiskimálaráðharrin hevði gjørt fyrireikingar til eginkvotur, so línuskipini kundu leggja sín egna fiskiskap betur til rættis, og harvið fáa sum mest burturúr, bæði hvat viðvíkur góðsku og úrtøku.

Tey flestu línuskipini hildu, at tað var besta loysnin, men onkur, harímillum vestmenningar umborð á Vesturhavinum, vildu hava olympiska kapping.

Sum tann ítróttarmaður løgmaður er, tekur hann sjálvandi undir við sínum bygdamonnum.

So má burðardyggur fiskiskapur, virðisøking og góðska bíða til eina aðra ferð.

Tað verða jú olympiskir leikir í ár.

Spennandi verður at vita, hvør fer at vinna olympisku kappingina, klaksvíkingar, eysturoyingar ella kanska vestmenningar.

Tað hevði verið stuttligt hjá løgmanni at sloppið at handa sínum bygdamonnum olympisku gullheiðursmerkini.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo