Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Sjúrður Skaale er ein sera fjølbroyttur persónur.

Hann er politikari, musikari, skemtari, sølumaður, rithøvundur, spinnari, hulduhøvundur og so er hann ein de facto klovn.

Hartil eigur hann helst eisini Føroyamet í at skriva hulduskriv - og kanska hansara bestu - og hevur sjálvur marknaðarført seg sum dulnevnt sjeni.

Sjúrður Skaale er altíð fúsur við sínum reinmeinta og sjálvrættvísa penni.

Tá ið hann svarar einum dulnevndum lesarabrævi (undirskrivað Býttur Veljari) aftur, sum hevur fingið ilt í hann, so dettur hann í somu grøv sum øll tey, sum ilskast inn á dulnevnd lesarabrøv.

Og orsøkin til tað er, at tey vita ikki í hvønn persón tey skula høgga.

Sjálvur teksturin í dulnevndu lesarabrøvunum er púra óviðkomandi.

Alt umráðandi er boðberin, lítlan og ongan áhuga hevur boðskapurin.

Tað sama er galdandi fyri Sjúrður Skaale, hann leggur eftir VP.

Og í svarinum so spælur hann á allar streingir sum mynda hann sum persón.

Og tað fær hann eisini fullan rætt til, júst tí at VP virðir skrivifrælsi bæði hjá tí við navni undir og tí sum ikki ynskir at seta sítt navn undir.

Hervið skal bert undirstrikast, at miðilin VP ikki enn er kærdur ella stevndur síðan VP kom á marknaðin í desember 2007.

Eisini skal undirstrikast at langt frá øll dulnevnd lesarabrøv, sum VP fær sendandi, verða almannakunngjørd.

Og hetta er eisini galdandi fyri lesarabrøv við fullum navni undir.

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo