Forfylging, stigmatisering, avtalubrot, loyniupptøkur osfr.
So upplivdu vit tað aftur.
Um tað er satt sum reiðarin Anfinn Olsen sigur í tíðindaskrivinum, so hevur KVF sjórin Ivan Niclasen eina avbjóðing.
Ivan hevur eina stóra ábyrgd mótvegis teimum 30.000 føroyingunum, sum við tvangsgjøldum fíggja virksemi, ið mangan ikki livir upp til ásetingarnar í kringvarpslógini ella góðan fjølmiðlasið.
Tað er óskiljandi at Ivan Niclasen skal hava gloymt Eik málið.
Tá stríddist KVF í 3 ár við at ”prógva” fyri føroya fólki, at ein banki hevði framt skattasvik.
Trýstið frá KVF førdi til, at málið bleiv meldað til løgregluna.
TAKS hevði neyvan annað í at velja, tí annars hevði TAKS blivið skjótiskivan hjá KVF.
TAKS sendi stafettina víðari til løgregluna og nú bleiv ákæruvaldið ístaðin álopsmálið hjá KVF.
Í juni 2020 kom løgreglan við einum greiðum tíðindaskrivi, har sagt varð, at bankin hevði hildið sína upplýsingarskyldu mótvegis TAKS og at einki grundarlag var fyri nøkrum rættarmáli.
KVF var fámælt eftir hetta og legði skjótt lok á málið.
Tað hevði annars klætt KVF at komið við eini umbering.
Men KVF viðurkennir ikki nakað mistak.
Jan Lamhauge var hinvegin skjótur at leggja eftir løgregluni og ákæra ákæruvaldið.
KVF hevði eisini samrøðu við Jan Lamhauge tann dagin løgreglan slepti málinum.
Men tey fólk ið KVF hevði órættað, forfylgt og kriminaliserað í 3 ár sluppu ikki framat nakrari mikrofon eftir at løgreglan hevði sent út sítt tíðindaskriv.
Hetta prógvar at KVF er ein litaður og óprofessionellur tíðindastovnur, sum bert loyvir teimum røttu at sleppa til orðanna.
Ein skuldi trúð at KVF hevði lært nakað av hesum, men tað er so eiðasørt.
Ivan Niclasen tykist ikki hava lært stórvegis.
Kanska er tað kommandolinjurnar ið venda skeivt í KVF.
Soleiðis sigst tað hava verið áður í KVF.
Er stjórin veikur og fólkið í maskinrúminum hevur størri pondus, so verða kommandolinjurnar skjótt vendar á høvdið.
Vanliga verða feløg stýrd frá toppinum og niðureftir.
Nevnd, sjórn, millumleiðarar osfr.
Men KVF er helst stýrt frá tíðindadeildini og uppeftir.
Tað vil siga at kringvarpsstýrið hevur formelt evsta vald, men reelt hevur stýrið einki at siga á stovninum.
Jan Lamhauge tykist at vera komin innaftur í hitan í KVF gjøgnum vinkonuna Barbaru Holm og góðvarin vinnulívsfólk stilla upp til bandaðar samrøður við KVF parið.
Tað er óskiljandi.
Reiðarin í Fuglafirði átti kanska at tikið í egnan barm.
Hví stillar hann upp til bandaðar samrøður við fólk ið hava prógvað, at tey ikki eru til at líta á?
Hví er hann bilsin av at KVF fólkini fremja avtalubrot?
Hví undrast reiðarin á at upptøkurnar halda fram aftaná at upptøkutólini eru ”sløkt”?
Hetta átti ikki at komið óvart á nakran, ið kennir muruna í KVF.
Tað, sum er mest ræðandi er, at fólk gera niðurstøður útfrá óupplýstum og manipuleraðum grundarlagi.
Advokatar og enntá ein bláoygdur løgmaður tykjast at góðtaka KVF manipulasjónina.
Hetta prógvar bert, at tey ið stýra tíðindastreyminum hava stórt vald tí fólk flest eru góðtrúgvin.
Men við valdinum átti eisini at fylgt ábyrgd og hesa ábyrgd átti Ivan Niclasen at tikið í álvara.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo