Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

KVF hevur nógvar ”serfrøðingar” at trekkja uppá, tá ein ávís meining skal varpast út.

Er talan um fíggjarstovnar fellur valið ofta á Eyðfinn Reyðberg.

So var eisini í D&V hóskvøldið, tá Reyðberg m.a. greiddi frá, at Norðoya Sparikassi var ”á veg út”.

Men hvussu heppið var hetta ”serfrøðingaval” hjá KVF?

Í mars 2010 fór Eyðfinn Reyðberg brádliga frá sum stjóri í Norðoya Sparikassi, eftir at hava røkt hetta starv í 10 ár.

Sparikassin var í 2010 komin í eitt ódnarveður eftir at hava verið óvanliga váðafúsur við sínum virksemi.

Hví stjórin brádliga fór frá kom ongantíð alment fram.

Men sambært ársroknskapi sparikassans, var seinasta stjóralønin omanfyri tríggjar milliónir krónur.

Hetta má metast at vera nógv fyri ein minni peningastovn.

Stóra stjórasamsýningin vísir á, at sparikassin noyddist at rinda gylt lógvatak, fyri at fáa nýggjan skipara á brúnna.

Eftir fleiri ár á rað við stórum halli fótaði Norðoya Sparikassi sær og seinastu árini hevur roknskapurin givið avlop.

Men tað má vekja undran millum fólk at KVF, ið skal eitast at vera óheft, letur ein fyrrverandi stjóra sleppa at viðgera sítt fyrrverandi arbeiðspláss á slikan hátt og í bestu senditíð.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo