Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Samgongan stríðist við eina fiskivinnu nýskipan, sum helst ikki er semja um í samgonguni, og eitt uppskot um pensjóns nýskipan er útsett, men hevur annars verið samd um at leggja nógv gjøld á borgarans herðar. Tey stóru málini fæst ikki semja um

Nú ætlanir eru um at seta ferðafólki treytir, sum ætla sær í land í Mykinesi, er vorðið alt meira týðuligt, at hetta er ein stórur biti hjá nógvum at slúka

Føroyar, og harvið Vága Floghavn, er góðkendur partur av One Stop Security Zone, sum merkir, at floghavnin er trygdargóðkend á jøvnum føti við allar floghavnir í Europa

Føroyar sum land er á øllum heimsins kortum, og Vága Floghavn finst á øllum altjóða listum yvir flogvallir í heiminum. Eisini á tí mest kenda og mest brúkta av fakfólkum, sum hava við flogvinnuna at gera, yvirlitinum hjá Jeppesen

- Siðbundnu miðlarnir tykjast als ikki nóg tilvitaðir um tann skaða, ið skeivt journalistiskt handverk kann viðføra fyri borgarar og samfelag - serliga umvegis sosialu miðlarnar. Sjálvt kirkjumálaráðharrin náddi at finnast at sjónarmiðunum alment

Tað kann gerast nógv dýrari enn tær 100 krónurnar, sum tað fyribils fer at kosta at ganga uttan fyri bøgarðarnar í Mykinesi, skrivar Kringvarpið

- Astrup, sum fyri viku síðani tók grovu skuldsetingarnar móti Eik banka aftur, hevur nú, sambært Jan Lamhauge, afturtikið sína afturtøku

Tað er ein øgilig trongd, ið Sjúrður Skaale hevur, at hanga Búa Tyril út, tí hann hevur avgreitt ein prentlut

- Fyrr ráddu sama mentan og somu virðir í Útvarpi Føroya sum í samfelagnum annars. Útvarpið var ópolitiskt og fólk elskaðu tað. Men síðani eitt annað slag av journalistum slapp framat í Kringvarpi Føroya, er vent í holuni

- hava vit valt at lýsa leiklutin, ið Kringvarpið hevur í fólkaræðinum, stendur millum annað at lesa í faldara sum verður borin í hvørt hús í landinum

Facebook kókaði í gjár, tí flogfar hjá einum felag ikki setti seg á flogvøllinum, meðan flogfar hjá hinum flogfelagnum setti seg. Fagnaðurin var stórur, og kann sammetast við at føroyska landsliðið í fótbólti hevði vunnið landsdyst móti danska landsliðnum

Jan Lamhauge er settur á nýggja sendirøð í Kringvarpinum. Heitið á sendirøðini er "Brøðra Stopp"

Henrik Old, samferðsluráðharri, ætlaði ongantíð at sita øll fýra árini sum landsstýrismaður

Ymisk roknistykki hava verið frammi, men á hoyringsfundi í síðstu viku kom fram, hvussu uppboðssølan við tíðini kann máa støðið undan teimum verandi rættindunum

Í spurnarkanningini, sum er á VP júst nú, er eingin ivi um, hvat fólk halda um Kringvarpið: 73 prosent av teimum 1811, sum hava svarað higartil siga, at trúvirðið er fokið

Tað leikar hart á í løtuni í sambandi við fleiri sendingar, sum KVF hevur gjørt, og fleiri finnast at sendingunum, tí tær eru ov manipulerandi. Til dømis verða brot frá bókaframløgu brúkt til tess at prógva svik í skattamáli

Grundgevingarnar, sum borgarstjórin í Havn brúkar fyri at gera flogvøll á Glyvursnesi, eru nakrar tær somu ella neyvt tær somu, sum vórðu brúktar fyri 30 árum síðani, tá ið táverandi borgarstjórin tosaði um flogvøll á Glyvursnesi

Eftir at tað er avdúkað, at Kvf í seinastu sendingini um skattamálið hevur manipulerað og klipt og sett saman bæði myndir og ljóð, so tað skal passa inn í ein samanhang, er vert at spyrja uppaftur: 60 ár afturat við Kvf?

Nógv hevur verið tosað um at bløðini nú skulu gjalda meira til Posta fyri at bera bløðini út. Men hví kann tann eyka kostnaðurin ikki koyrast víðari til kundan?

Tey flestu, sum lurta eftir Løgtinginum í hesum døgum, fáa helst við, at mest vanliga og brúkta orðið á tingi er "maður" í bendingini "mann"

- Posta vil hava stór tøl, nógv at bera út, Miðlahúsið vil hava stór tøl, fyri at fáa lýsingar, og prentsmiðjan vil hava stór tøl, stórt upplag at prenta, men hvussu stór eru veruligu tølini?

47 prosent av teimum 1000, sum hava sagt sína hugsan í spurnarkanning á VP siga, at allir tunlar skulu hava bummgjald

VP hevur lagt nýggja spurnarkanning út, har spurt verður, um allir tunlar skulu hava bummgjald

”Útvarpið hevur fingið váttað frá embætisverkinum í Fiskimálaráðnum, at einki av stóru reiðaríunum noyðist at minka um virksemið tá, ella um lógin kemur í gildi næsta ár”, segði Kringvarpið 9. mars í sambandi við at fimm fakfeløg óttaðust avleiðingarnar

Álítandi keldur vilja vera við, at fyri at temja teir báðar Kristin Michelsen og Bjarna Hammer, er ætlanin at lata Varðanum tey bæði aliloyvini, sum landið ræður yvir í Suðuroy

Í nýggjastu spurnarkanningini á VP, fáa Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin so stóra undirtøku, at flokkarnir báðir høvdu fingið skipað samgongu. Tilsamans fáa teir 62 prosent av teimum 2284 sum hava valt

VP hevur spurnarkanning, sum spyr hvønn flokk tú hevði valt, um val var í dag

63 prosent siga seg ikki taka undir við fiskivinnu nýskipanar uppskotinum hjá samgonguni av teimum 2324, sum hava svarað higartil í spurnarkanningini á VP

Tekur tú undir við uppskotinum hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan? er nýggi spurningurin á VP

Útvarpið átti at skamma seg eftir at hava viðgjørt eitt skriv frá fakfeløgunum í Klaksvík í tíðindasending klokkan 18 hóskvøldið. At nevna hvør sent skrivið hevur og so at pensla tað út fleiri ferðir, er sera óvirðiligt og ljótt

Føroyskir journalistar, serliga onkur sum hevur stillað upp fyri Tjóðveldi, kalla semingsroyndina í gjárkvøldið hjá tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum, fyri "konstruktivan journalistikk"

Í kjakinum í kvøld í Kringvarpinum var eingin kritiskur spurningur ella spurnartekin sett við, hvat árin uppskotið hjá samgonguni fer at fáa á inntøkugrundarlagið sum tað er í dag, men Bárður skuldi standa skúlarætt

Borgarligi vongurin hevur funnist at reyðu linjuni hjá Kringvarpinum, men tað hevur Kringvarpið gjørt nakað við á nýggju heimasíðuni, har útjavnað verður við borgarliga og kula bláa litinum, um ikki annað

Mentanarnevndin í løgtinginum heldur, at stuðulin skal brúkast á redaktiónini og ikki til el, hita, húsaleigu og annan vanligan rakstur

Í KVF í gjárkvøldið segði formaðurin í Sambandsflokkinum, at flokkurin ikki kundi góðtaka at øll fiskirættindi skuldu útlutast á uppboðssølu. Tí náddu samráðingarnar við samgonguna ikki á mál

Reiðarin og umboðið fyri partrolarar, Dánjal í Skálum, samanbar búskaparfrøðingar við køstaflugu á pallborðsfundinum í Klaksvík í gjárkvøldið

Tá ið teir 9 í pallborðinum í Klaksvík í kvøld fingu seinasta møguleikan at geva fiskiráðharranum eini ráð við aftur til Havnar, var boðskapurin greiður frá øllum, eisini Kristian Martin Rasmussen: Eingin uppboðssøla

Niðurstøða: Vit fáa onga fiskivinnunýskipan 1. januar 2018. Tað mesta sum kann henda er, at verandi skipan verður longd fyribils, nakað sum verandi lóg eisini leggur upp til, við tað at verandi loyvir kunnu endurnýggjast í upp til 5 ár

51 prosent ella 843 av 1644 halda ikki at Sambandsflokkurin skal bjarga samgonguni í sambandi við eitt uppskot um nýggja fiskivinnuskipan

Amboðini at gera kanningar við hava ongantíð verið so góð sum í dag, og serliga er tað Facebook sum sigur okkum, hvat lesarin dámar og ikki dámar. Sólskinssøgur fáa ikki nógv likes á IN.FO og KVF

- Tað ljóðar næstan sum ein joke. Tjóðveldi og Sambandið eru við at gera eina semju um fiskivinnupolitikkin

Hvussu kunnu vit vita, um Kringvarpið er gott?

Vestmanna Fiskavirkið hevur fingið 2.100 tons av samlaðu kvotuni til vinnuligar royndir. Einki annað virkið hevur fingið eina kvotu. Kvotan hjá Vestmanna Fiskavirkið er latin beinleiðis til Fram

Heiðursgáva Landsins er í kvøld latin Steinprenti, sum er ein grafiskur verkstaður, og tað letur upp fyri møguleikanum, at til dømis eisini skip, motorar og gravmaskinur - ikki minst - kunnu fáa hesa heiðursgávu

Sambært Kringvarpinum merkir enska orðið "dishonest" á føroyskum "óálitandi", men tað ger tað ikki, tí tað merkir at vera "óreiðiligur" ella "óærligur", so Trump hevði rætt - fjølmiðlarnir eru óreiðiligir

- Hvussu ber tað til, at vit lata redigeringsrættin frá okkum, tá talan er um andaligt tilfar? Hví seta vit ikki somu krøv til hesar sendingar, sum vit seta til aðrar sendingar í Kringvarpinum?

Tað eru fleiri politikarar og vinnulívsmenn, sum seta spurning við, um fiskimálaráðharrin veit, hvat hann ætlar, og eisini verður spurt um allir samgongulimir taka undir við ætlanunum hjá fiskimálaráðharranum

Og tá er neyðugt at endurtaka tær fleiri ferðir

Nú vit tosa so nógv um bummgjøld, og hvat vit vilja finna okkum í, er kanska áhugavert at hoyra, hvat onnur noyðast at góðtaka

Tað er eingin sum hindrar pappírinum at fara til arbeiðis, tað er bara at fara í gongd Georg L Petersen. Alt liggur víðopið at grópa í