Hvussu trúfastur er biografgangarin, og hvørja ávirkan fer koronastongsulin at hava, tá biografarnir opna aftur?
Tað hevur danski filmstovnurin, Det Danske Filminstitut, kannað í samrøðu við 1300 fólk, tá donsku biografarnir høvdu verið stongdir í sjey vikur.
Í 10 stigum er nú tikið saman um úrslitið, so tað er lætt og skjótt at lesa.
Mest sum allir filmar í Filmsfelagnum og biografunum annars, eru frá donskum filmsútleigarum, ið eiga rættindini at vísa aktuellu biograffilmarnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Tí kann úrslitið lesast sum ein støðumeting av føroyska biografgangaranum, og hvussu hann metir givnu støðuna tá umræður at fara í biograf aftur.
Ein munur er, at í Danmark hava tey Biografklub Danmark, sum promoverar film, meðan vit í Føroyum hava Filmsfelagið.
Móðurmálsdagin 25. mars var ætlanin hjá Filmsfelagnum at frumsýna føroysku filmarnar ”Ábyrgd” og ”Trøllabeiggi”. Í staðin vórðu filmarnir vístir á drive-in tiltakinum á keiini í Vestmanna farna vikuskifti. Báðir filmar verða tó sýndir sum ætlað í Filmsfelagnum, tá biografarnir opna aftur.
Her er kanningin hjá danska filmstovninum: trýst her
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo