Tey bæði hernaðarflogførini sum skulu hava eftirlit norðanfyri og kring Føroyar, meðan bíðað verður eftir radaranum, eru nú komin til Føroya.
Tað er danska verjan sum eigur F-16 Fighting Falcon-flogførini.
Arktisk Kommando sigur í tíðindaskrivi, at flogførini fara at hava støð á Vága Floghavn í eina tíð.
Í síðstu viku var eitt flogfar frá Royal Air Forse (Nato) og royndi flogvøllin, og tá var sagt at hetta var í sambandi við neyðhjálpararbeiði úti í heimi, men sum VP skilur, so hevði hetta helst samband við økta hernaðarliga aktivitetin í Arktiska økinum.
Føroyski uttanríkismálaráðharrin sigur við VP í sambandi við spurning um hernaðarflogførini, at hann var kunnaður tíðliga í morgun um at flogførini vóru á veg hendavegin, og vísur til donsku semjuna um at styrkja arktiska økið, sum var gjørd herfyri.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo