Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Er stjórnaskipanin ikki orðað sum annað enn ein kunngerð um støddina á hítum? Ein ramsa av sjálvfylgjum í Facebook málburði?

Almennu Føroyar eiga heldur at spyrja seg sjálvar, um tað gevur nakra meining at sigla til útoyggjar við ongari havn og at kalla ongum fólki vetrarhálvuna

- Kjakverturin helt á at tosa um óheftu advokatkanningina hjá Bárði Larsen. Men henda advokatkanning er als ikki til. Ein advokatkanning skal sambært leiðreglum frá Danske Advokater lúka ávís góðskukrøv

VP hevur restina av brævinum, sum stjórin í TAKS, Eyðun Mørkøre, bað Liljuna Weihe, kjakvertur í Kringvarpinum, um at lesa, tá ið kjakverturin trilvaði seg fram í eini ússaligari prosess móti skattastjóranum. Men tað vildi kjakverturin ikki

Vinnan, fakfeløg, peningastovnar, reiðarar og fakkunnleikin eru ímóti at nýskipanin av fiskivinnuni verður framd eftir leistinum hjá sitandi samgongu, og sambært spurnarkanning á VP, so tekur føroyingurin - 63 prosent - heldur ikki undir við menningarkvotum

Tíbetur tók landsstýrismaðurin avgerð um at viðmæla skerdum túratali hjá SAS. Tað skuldi eisini bara mangla

Av teimum tilsamans 1297, sum higartil hava sagt sína hugsan í spurnarkanning á VP, siga 63 prosent ella 819, nei til menningarkvotur

Av teimum tilsamans 420, sum longu hava sagt sína hugsan í spurnarkanning á VP, siga 62 prosent ella 268, nei til menningarkvotur

Onkur reiðari kallar menningarkvotur fyri politiska útlutan, tá ið økir, sum fyrr hava átt og síðan selt, nú skulu hava kvotu aftur

Her er tíðarfest, hvussu nógva tíð, hvør lutakari fekk í tiltiknu reypirunduni í Kringvarpinum herfyri

- Landsstýrismálanevndin kemur til ta niðurstøðu, at “tá talan er um ein ófráboðaðan spurning, eigur atlit at takast til, at landsstýrismaðurin ikki hevur havt tíð at fyrireika seg.” Tað er so bara ein umbering fyri, at svarið ikki var rætt

Keldur, sum standa Tjóðveldi nær, vita í kvøld at siga, at málið við dupultmandatinum hjá Magna Arge, sum gongur beint ímóti vallyftum floksins, umsíðir hevur fingið ein enda

At samgongan verður tikin inn til eitt reypi-innslag í Kringvarpinum, er helst ongantíð hent í søguni hjá hesum stovni fyrr. Heldur ikki er tað hent at verturin stendur og krússar av, hvussu ófør ein samgonga hevur verið í hálvrunna skeiðinum

- Hvussu kann nakað tíðindafólk í KVF ditta sær at kritisera starvssetanir á øðrum almennum stovnum?

- Tað snýr seg um at vera inni/niðri í hitanum. Hava rættan politiskan lit. Teljast millum elituna. Vera kendur og síggja væl út - vera í pottinum

Í Danmark verður kynslívið hjá dønum kannað í hesum døgum og fáa einir 200.000 danskarar í aldrinum 15 til 89 ár spurningar tí viðvíkjandi. Orsøkin til kanningina er, at nýggj gransking vísur, at trupulleikar í kynslívinum kunnu vera fyrsta tekin um millum annað lívsstílssjúkur

54 prosent av teimum sum hava svarað, siga nei til at javnseta stjórnarskipanina við donsku grundlógina

VP spyr: I yvirtøkulógini millum Føroyar og Danmark stendur orðarætt, at: "Henda lóg hevur støði í sáttmála millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn sum javnsettar partar." Eigur ikki tað sama at vera galdandi millum føroysku stjórnarskipanina og donsku grundlógina?

 

- Sjáldan man orðið "takk" hava verið nevnt so ofta í løgtinginum sum í dag, tá fiskidagarnir vórðu endaliga samtyktir, skrivar Kringvarpið, og hevur lagt brot út við tónleikinum frá barnasanginum "Vit takka úti, vit takka heima"

Av teimum 1250 sum hava svarað í spurnarkanningini á VP, siga 34 prosent seg halda summarfrí heima við hús. 17 prosent siga seg fara uttanlands

VP spyr í eini óhátíðarligari spurnarkanning sínar lesarar, hvar sammarfrítíðin verður hildin

Fiskivinnuuppskotið minnir okkum á, hvat úrslitið verður, tá ið bygt verður uttan nakra tekning, uttan mið og mál - uttan klokkuklárar mannagongdir, treytaleyst nærlagni og rættstundis umhugsni

74 prosent av teimum 2195, sum hava svarað í spurnarkanning á VP, siga seg ikki hava álit á sitandi landsstýrið. Bara 2 prosent siga seg ikki vita, um tey hava álit ella ikki

VP spyr í spurnarkanning: Hevur tú álit á landsstýrinum? og bara 24 prosent av teimum 1060, sum hava svarað higartil, siga ja til spurningin

Henda samgongan boðaði frá undan valinum, at hon fór at endurreisa álitið á politisku skipanina við klokkuklárum mannagongdum, treytaleysum nærlagni og rættstundis umhugsni, men neyvan nakrantíð hevur ruðuleikin verið størri enn tað sama, og einki fær fylgjur

Tingfundurin í dag klokkan 10 verður ein av teimum heilt stóru, og sambært tí sum hoyrist, er møguleiki fyri at bæði eitt og annað fer at henda, millum annað uppskot um misálit, og at uppskotið um fiskivinnunýskipanina verður tikið aftur

Tað er ein setningur í niðurstøðuni hjá løgmanni, sum gevur góða grund til at halda, at løgmaður ikki er heilt vísur í síni niðurstøðu. Tað er setningurin "sum málið higartil er upplýst"

VP spurdi Samfelagsvísindaliga bólkin Samfelagið, hví bólkurin ikki gjørdi viðmerking til Gallup-kanning fyri VP í mei, og svarar bólkurin aftur við eini mynd av kanning hjá Zakaris Wang, sum annar miðil viðgjørdi, tí gjørdi Samfelagið onga viðmerking, sigur bólkurin

Samfelagsvísindaligi felagsskapurin Samfelagið, ger fyri fyrstu ferð viðmerking til eina veljarakanning, tí felagsskapurin heldur, at tað "at mistulka veljarakanningar er ein útbreiddur, rótfestur og ikki minst pínligur óskikkur millum føroyskar miðlar"

 

14 prosent av tilsamans 1746 halda, at uppruddingar arbeiðið hjá samgonguni hevur verið "framúr væleydnað". 72 prosent siga haraftur ímóti, at tað hevur verið "ein katastrofa", vísur seinasta spurnarkanning á VP

74 prosent av teimum sum hava svarað higartil í spurnarkanning á VP halda, at arbeiðið higartil hjá samgonguni at rudda upp eftir undarfarnu samgongu, hevur verið ein katastrofa. 13 prosent siga at samgongan hevur gjørt eitt "framúr væleydnað" arbeiði

Sitandi samgonga vann síðsta val upp á, at nú skuldi ruddast upp eftir at teir borgarligu høvdu sitið við valdið og korrumperað alt tað føroyska samfelagið seinastu mongu árini, so alt álit á politisku skipanina var fokið fyri bakka og lógloysið ráddi

- Hann kom inn á pallin sum ein kollveltari. Gjørdi sendingar um Bankamálið og varð valdur inn á ting upp á sín reinleika. Hann varð móttikin sum ein kultfigurur

- Tað er ófatiligt, at formansskapurin danski ikki heimilar okkara fólkatingsmanni, sum stíðist sak allra, at hann kann flyta millum Fólkating og Løgting, sum hann vil. Fyri ikki at gloyma, at tað verður saknur í honum í ólavsøkugonguni, vilja danir ikki sleppa honum heim

VP spurdi í spurnarkanning, um fiskiráðharrin eigur at leggja frá sær, og tað halda 70 prosent av teimum 2724 sum hava svarað

Løgmaðurin á síðulinjuni heldur at stevið í samgonguni er so gott, at einki má oyðileggja tað, heldur ikki feilir hjá Vørn, og fiskiráðharrin, sum øll gølan er um, viðgongur, at ein týðandi teldupostur er farin fúkandi afturvið borðinum

Tað siga 52 prosent av teimum sum hava svarað í eini spurnarkanning á VP. 36 prosent siga, at tað skal hann, tí onnur økir, sum flutt eru, liggja tryggari hjá kommununum, enn hjá landinum

Fleiri øki, sum eru munandi tyngri og kompleksari enn fólkaskúlin eru longu flutt til kommunurnar við sera góðum úrslitum, tí at tey umsíður verða prioriterað av góðum fólkum í kommununum. Ti spyr VP: Skal skúlin flytast til kommunurnar?

 

Løgtingið hevur sínar egnu koppar og skálir við búmerkinum á, og á eini mynd, sum var løgd út á Facebook av LGBT herfyri, vóru ein koppur og skál hjá Løgtinginum. Hetta hevur fingið løgtingsfólk at undrast, hvussu koppur og skál eru endað á myndini

Klokkan 9 í morgin skipa manningarfeløgini, Fiskimannafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið, fyri stórum mótmælistiltaki uttanfyri Tinghúsið, at vísa sína misnøgd við nýggja uppskotið um fiskivinnu. Um somu tíð verður næstan allur tann føroyski fiskiskipaflotin á Havnini

- Tað er reint møsn at tosa um, at ein ávís grein í hjúnabandslógni nú “er yvirtikin”, tí fólkakirkjan er yvirtikin. Slík tulking er ikki sædd áður, og kann viðføra heilt óvanligar fylgjur

Danski miðilin Den Korte Avis skrivar, at skriviborðsgeneralarnir uttan samband við veruliga lívið, hava oyðilagt danska samfelagið, og dømir sum SKAT og tilflytingin verða tikin fram. Er tað sama við at henda viðvíkjandi føroysku fiskivinnuni?

Nú liggjandi góðveður hevur verið sæst hetta tíverri aftur í náttúruni. Kongavarði man vera eitt av heilt stóru ferðamálunum nærhendis Havnini

Í vikuskiftinum frættist, at Framsókn hevði havt landsfund. Flokkurin, ið skuldi “røra í grýtuni”, byggja brýr og byggja tíðarhóskandi samfelag og annað orðaskreyt – men sum kortini bara hevur víst seg vera oyralifr

67 prosent av teimum 1900 sum hava svarað í spurnarkanningini á VP beint nú, halda ikki, at vit hava brúk fyri einum Landsbanka

Sjey trol- og línuskip liggja og leggja veiðuna upp á Kósini í Klaksvík, til tey um 150 arbeiðsfólkini á virkinum. Manningin við skipunum telur um 60. Avleidda virksemi av hesum er mikið, men hvussu verður í framtíðini, vita vit ikki

Onkur hevur ført fram, at tá ið okkurt er á vási, so leitar Landsbankin sær hjálp frá Nordea í Danmark, so spurningurin er, hvat Føroyar skula hava ein Landsbanka til, tá ið Gjaldstovan tað sama kundi sent ein teldupost til Danmarkar

2830 hava atkvøtt í spurnarkanningini á VP, har spurt verður, um vit skulu hava nýval, og tað siga 70 prosent ja til

- Moralurin hjá Eidesgaard, Jacobsen og Dahl tyktist verða: Nú er bara hjá Høgna at lora eitt sindur, so fáa vit eina uppboðssølu. Høgni fer í søguna sum politiskt flogvit

Í august 2008 segði Tjóðveldi seg ikki vera stjórnarberandi, tá ið ósemja var um niðurskurðin av fiskidøgum í fiskidagaskipanini, og viðvíkjandi nýggja fiskivinnu uppskotinum sær søgan út til at endurtaka seg