Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Síðan telefonin kom til, hevur telefonballada verið eitt nógv brúkt ítriv hjá óvitum og hálvvaksnum, hóast tað sjálvdan kemur fram fyri almenningin.

Nú telefonin er vorðin so mobil, at vit altíð hava hana uppi á okkum, hevur telefonballada givið nýggjar møguleikar.

Menningin av telefonini sum amboð hevur eisini gingið tann vegin, at vit øll verða knýtt nærri og tættari í einum netverkssamfelag, har alt snarar seg um tilboð, og at verða lokkað at keypa sum mest.

Telefonin hevur í nógv ár verið so snildsliga designað, at hjá teim flestu liggur hon í eini mappu, har plastkortið eisini liggur, og so er tað Facebook og Instagram við notifikasjónum og konstantum myndum á telefonini.

Hóast gamla telefonin í sínum upprunalíki ikki er fremst fyri sum brúksamboð í dag, so mugu vit siga, at í tí talgilda netverkinum eru vit í dag bundin nærri og tættari enn nakrantíð.

Tað merkir so aftur, at telefonballadan fær eitt nýtt andlit, og als ikki hvørvir.

Soleiðis hevur kort síðani verið millum tvær vinkonur.

Onnur hevur fyrr vunnið hinari neisir og nú er payback time hjá hinari at hevna aftur.

Hóast krígsretorikk, er telefonballadan mild, tá tey sum hoyra til søguna kenna partarnar og kunnu grína hart, tá tey lesa tær báðar vinkonurnar av.

Men tá ein uttanfyristandandi advokatur hoyrir um hesa harmleysu vinkonusøgu og setur hana á Facebook í einum landi har øll eru á Facebook, so kemur eldur í og myndugleikarnir mugu fara at avsanna, so fjáltur ikki kemur á restina av fólkinum á Facebook.

Moralan av hesari søgu kann verða: Ger aldri telefonballadu. Um tað ikki ber til at lata verða við at gera telefonballadu, syrg so fyri, at eingin advokatur hoyrir søguna.

Tí upprunatýdningurin fyri advokaturi er at kalla ein til staðar, tá illa vil til, og partarnir ikki kunnu semjast, akkurát sum í kríggi.

Tá verður advokaturin tilkallaður, á latíni advocatus, sum merkir hin tilkallaði.

Niðurstøðumoralan kann tí verða: gev advokatum vatt og proppar í oyruni, tá tit gera telefonballadu.

Helst skulu vit ikki undirminerað advokatstandin so mikið, at vit halda uppat at tilkalla ein advokat, tá á stendur millum stríðandi partar.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo