Fishfacts hevur í dag gjørt avtalu við Space X um keyp av fimm sergjørdum fylgisveinum. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi. Endamálið er at gera tað lættari hjá skiparum og reiðarum at fylgja fiskiskapinum.
- Vit eru ómetaliga glaðir fyri, at eitt so stórt og víðagitt felag sum Space X hevur tikið uppgávuna á seg, sigur Óli Samró, stjóri í Fishfacts.
Fjølbroytti íverksetin, Elon Musk, er somuleiðis fegin.
- Okkara endamál er at fáa fólk á Mars, men áðrenn vit koma so langt, mugu vit hugsa um fólkini á jørðini. Fiskur er uttan samanbering týdningarmesta tilfeingið í heiminum, og tí síggja vit tað sum okkara skyldu, at gera tað lættari hjá skiparum og reiðarum at fáa fiskin til høldar, sigur Elon Musk, stjóri í Space X.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo