Okkara almenni ”upplýsingarstovnur” KVF brúkti sum flestøllum kunnugt nógva tíð, orku og pening at ”avdúka” kriminellu leiðsluna í nýggja Eik Banka.
Men KVF noyðist at liva við tí veruleika, at ákæruvaldið í Føroyum og SØIK ikki hava somu fatan sum okkara mentanarberi KVF.
Sambært KVF var ikki bert nýggja leiðslan í Eik Banka kriminell.
Gamla Eik leiðslan var lítið mætari.
Eisini her vóru satiriskar sendingar (fyri almenna rokning) varpaðar inn í hvørja stovu í Føroyum.
Í dag hevur so Hægstirættur talað.
Og Hægstirættur er so framligur, at hann hevur loyvt sær at verið ósamdur við okkara mæta upplýsingarstovn.
Hvat fjórða statsvaldið hugsar í hesum døgum er ilt at meta um, men sjálvrannsakan hevur ongantíð verið eyðkenni hjá Sortudíki.
Kanska átti Ivan at umhugsa at endursent teir KVF framleiddu ”dokumentarar”, ið ákæruvaldið og Hægstirættur nú hava kolldømt.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo