Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í meira enn tvey ár varð Betri Banki bæði ákærdur og dømdur fyri skattasvik av Kringvarpi Føroya.

KVF læt ongan iva vera um, at bankin tilvitað hevði villleitt TAKS fyri at fáa ein ólógligan skattafrádrátt.

Bæði dokumentarsendingar, Dagur og Vika og tíðindasendingarnar staðfestu, at bankin hevði framt grovt svik.

Í dag kom so avgerðin hjá fútanum.

Bankin hevur ikki villleitt, men hevur tvørturímóti latið TAKS allar faktuellar og objektivar upplýsingar í skattamálinum.

Upplýsingarskyldan sambært §139 í skattalógini er sostatt ikki brotin.

Henda avgerð hjá ákæruvaldinum er ein sigur til Betri Banka.

Men hetta er ein eins stórur ósigur hjá okkara alment fíggjaða ”upplýsingarstovni”.

At ákæruvaldið sleppur málinum er ein nógv meira sannførandi sigur fyri bankan, enn um bankin varð fríkendur í rættinum.

Við avgerðini í dag hevur ákæruvaldið staðfest, at tað er als ikki grundarlag at fara í rættin við málinum.

So einfalt er tað.

Tað hevði tí klætt KVF at tikið í egnan barm í dag og viðurkent síni mistøk.

Men so eiðasørt.

Í KVF er eingin sjálvrannsakan at hóma.

Tey innsløg vit hoyrdu í dag um avgerðina hjá ákæruvaldinum vóru litleys og merkt av, at onnur søgdu sína hugsan.

Nú hevur KVF brádliga onga sjálvstøðuga meining um málið, men letur hini tosa.

”Gev okkum heldur eina umbering Ivan Niclasen”.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo