Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Ein grafur yvir lønarútreiðslurnar hjá Landsverki frá 2004 til 2019, sum hevur ein týðandi leiklut í frágreiðingini hjá landsverksstjóranum til Fíggjarmálaráðið um støðuna á stovninum, er grovt villeiðandi og í summum førum beinleiðis lygn.

Sagt verður í frágreiðingini, sum landsverksstjórin Sigurd Lamhauge lat Fíggjarmálaráðnum 10. juni, at tá hugt verður nærri eftir býtinum millum lønir og virksemi sæst, at seinastu árini hevur verið ein øvugt gongd.

Í frágreiðingini staðfestir landsverkstjórin, sum sama dag kunngjørdi, at hann ætlaði at siga 12 fólkum úr starvi, at lønirnar hava verið hækkandi, meðan peningur brúktur til landsvegakervið og viðlíkahald, sum er ein kjarnuuppgáva hjá Landsverki, hevur verið lækkandi. Síðani verður staðfest í frágreiðingini, at henda gongd kann ikki halda fram.

Endamálið við grafinum er at vísa, at landsvegahaldið er niðurraðfest, meðan umsitingin er vaksin. Ein nærri eftirkanning vísir hinvegin, at lønarútreiðslur til hald av landsvegum eru við í tølunum til grafin, sum tær sjálvandi ikki eiga at vera.

Landsverkfrøðingurin brúkar ein vøkstur á 8,5 mió. kr. í lønarjáttanini til viðlíkahald til at vísa, at pengarnir ikki fara til viðlíkahald.

Hetta er ikki bert ein grov villeiðing, men beinleiðis lygn, sum landsverksstjórin borðreiðir við mótvegis Fíggjarmálaráðnum, vísir ein nærri eftirkanning av tølunum.

Í grafinum er eisini tikið við, at lønarútreiðslurnar hjá byggi- og bygningsumsiting landsins vaksa við umleið 10 mió. kr. frá 2015 til 2016. Her er tó bert talan um eina roknskaparbroyting. Tað, sum verður gjørt, er, at lønarútreiðslur frá teimum ymsu løgujáttanunum, sum Landsverk umsitur, verða tiknar við í útreiðslurnar, meðan sama upphædd verður endurrindað við innanhýsis flyting frá teimum stovnum, sum Landsverk umsitur fyri.

Ætlanin hjá landsverksstjóranum við grafinum – ella villeiðingini hjá honum – er sjálvandi at geva Fíggjarmálaráðnum og almenninginum ta mynd, at umsitingin á stovninum er eksploderað seinastu árini. Við at greina tølini kemur fram, at hendan niðurstøðan er beinleiðis misvísandi og ósonn.

Tað er rætt, at lønarútreiðslurnar eru 21,9 mió. kr. hægri í 2019 enn í 2013. Men av hesi upphædd stava heilar 10 mió. kr. frá roknskaparbroyting, og meira enn 8 mió. kr. frá sjálvum landsvegahaldinum. Hesar 18,5 mió. kr. eiga sjálvandi ikki at vera við, og tí er í veruleikanum eingin vøkstur í umsitingini.

Sjálv landsverksskrivstovan er økt eitt sindur frá 2018 til 2019, men hetta stavar í høvuðsheitum frá meirnýtslu í 2019 til at løna tveimum leiðslum ein stóran part av árinum. Verður hugt eftir samlaða tíðarskeiðnum frá 2004-2018 sæst, at lønarjáttanin til landsverksskrivstovuna stendur í stað, ella at lítil og eingin vøkstur er í krónum og oyrum yvir heili 14 ár frá 7,2 mió. kr. í 2004 til 7,7 mió. kr. í 2018.

Um harafturat verður havt í huga, at sáttmálalønirnar eru vaksnar við umleið 35 prosentum í hesum tíðarskeiðnum, so er umsitingin í veruleikanum minkað við umleið einum triðingi seinastu 15 árini.

Ein og hvør organisatión má hava eitt høvd (umsiting), sum passar til kroppin (virksemið). Hjá Landsverki er eyðsæð, at høvdið er minkað seinastu 15 árini, meðan kroppurin er vaksin. Júst tann gongdin, sum landsverksstjórin sigur seg nú hava sett í gongd. Hetta er eisini villeiðing frá hansara síðu, tí tann gongdin hevur verið galdandi í nógv ár og langt áðrenn, at hann tók við sum stjóri á heysti í fjør. Sostatt er talan um villeiðing og beinleiðis ósannindi, sum landsverksstjórin hevur lagt fyri Fíggjarmálaráðið.

Spuringurin er so, um avvarðandi aðalráð kann liva við eini so óálítandi og villeiðandi leiðslu fyri ein so stóran og týðandi stovn undir landinum, ella um ráðið longu er vitandi um hetta?

Ad-hoc toymið

Frágreiðingin hjá landsverksstjóranum til Fíggjarmálaráðið kann lesast á hesum leinki:
lms.cdn.fo/media/14069/landsverk-avbj%C3%B3%C3%B0ingar-og-%C3%A1t%C3%B8k-10-juni-2020-2.pdf

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo