Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

KVF gjørdi nógv burturúr í heyst at íslendingar umhugsaðu at royna føroysku uppboðssøluna av fiskirættindum. Vit hoyrdu í KVF, at føroyskir politikarar fóru kropp á kropp til Íslands at greiða frá føroysku uppboðssøluni uppundir valið í Íslandi

Tað mugu vera greiðari reglur fyri, nær samferðslan til útoyggj steðgar vegna vánalig líkindi

62 prosent, ella 1249 av tilsamans 2003, siga "ja, sjálvandi" til spurningin hjá VP, um øl og vín skal í handlarnar. 618 siga "ikki talan um"

Av teimum 768 sum higartil hava sagt sína hugsan viðvíkjandi spurninginum um øl og vín skal í handlarnar, hava 62 prosent svarað, at tað eigur tað

Í kvøld skipar Ung fyri Miðflokkin fyri einum almennum tiltaki í Perluni, ið snýr seg um hvørt rúsdrekka skal kunna koma út í handlarnar ella ikki

- Er tað ikki sjálvsagt, at nýggja skipið Hoyvík hjá Pf. Thor fer at fiska, nú tað er komið til landið ella hvat heldur Kringvarpið skipið skal gera?

- Vit skilja á lagnum, at enn er ongin semja funnin frammanundan fundinum fríggjadagin, um hvør skal stýra foreiningini hjá teimum 29 kommununum í landinum tey næstu 4 árini

Lánveitarin hevur givið P/F Eystur- og Sandoyartunlar góðar treytir í sambandi við at gera Eysturoyar- og Sandoyartunnilin, men tær eru bert givnar so leingi sum Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark

Uppskotið um miðlastuðul er í síðstu løtu komið aftur í Løgtingið. Men uppskotið tryggjar framvegis ikki, at føroyingar fáa betri miðlar

- Tjóðveldi hevði fyri nógvum árum síðani í síni valskrá, at ein ferðavinnuskúli skuldi stovnast í Vágum, og nú er tíðin komin, at henda verkætlanin eigur at gerast veruleiki. At skúlin verður bygdur í Vágum er upplagt

Tað man vera beiskt hjá einum føroyskum skattgjaldara at góðtaka, at hann skuldi av við 3.000 krónur fyri ein einvegis ferðaseðil, sum hann noyddist at keypa í skundi, tá nógv pláss samstundis vístu seg at vera tóm í flúgvaranum

Ynskir tú oljukraftverk á Sundi ella grønt vind- og pumpukraftverk í Vestmanna? er nýggi spurningurin á VP

- Eigur miðlastuðulin ikki at fara til journalistisk arbeiðspláss heldur enn hita, el og aðrar vanligar rakstrarútreiðslur, sum øll privat vinnuvirki hava?

Landsstýrið roynir seg enn einaferð við uppskoti um stuðul til privatu føroysku miðlarnar. Vit spyrja um stuðulin ikki eigur at fara til journalistisk arbeiðspláss heldur enn hita, el og aðrar vanligar rakstrarútreiðslur, sum øll privat vinnuvirki hava

Annika Olsen helt seg helst vera skemtiliga, tá hon í sjónvarpinum stórlæandi tosaði um broyttan leiðslustíl við henni sum borgarstjóri, tí hon fór ikki at "ganga til jarðarferðir”. - Tað verður meira persónligt, segði komandi borgarstjórin

 

245.715 unikir brúkarar vitjaðu VP í vikuni 7. - 13. november. Tann besti dagurin var 9. november, dagurin eftir kommunuvalið, tá ið 50,388 unikir lesarar runt um í heiminum vóru á VP

Samgongan hevur ein trupulleika nú fleiri stórmál skulu atkvøðast ígjøgnum, men samgongan er helst ikki vís í, at hon hevur ein meiriluta

Eftir kommunuvalið hesaferð, sum fyrr eisini, er rumbul í onkrari kommunu av, at borgarstjóri sum gjørdi eitt kanónval, kortini ikki gjørdist borgarstjóri

VP hevur eina nýggja spurnarkanning, har spurt verður, hvør man fara at eiga borgarstjóran í Havnar kommunu í morgin. Føroyar eru á veg inn í eina nýggja tíð, sum onkur hevur kallað "powershopping"

Spurnarkanningin á VP vísti at eitt prosent er á muni millum Heðin Mortensen (27%), borgarstjóra, og ein av avbjóðarunum Kaj Leo Holm Johannesen (26%). Í hølinum á teimum báðum kemur Annika Olsen (23%)

Tey trý valevnini Heðin Mortensen, Kaj Leo Holm Johannesen og Annika Olsen, hava øll fingið yvir 20 prosent í VP-kanning, men Heðin Mortensen nærkast teimum 30 prosentunum, nú 1276 hava atkvøtt

52 prosent av teimum, sum higartil hava svarað í VP-kanning, halda, at ein politikari skal ikki sita meira enn tvær setur

Millum manna verður ofta tosað um breyðpolitikarar sum hava bara eitt politiskt mál á skránni og tað er at halda fram í persónsshowinum við góðari løn og øðrum lunnindum

Í spurnarkanningini, sum hevur verið á VP, søgdu 86 prosent av teimum 1749, ið svaraðu, at tey fara ikki at velja eitt løgtingsfólk á kommunuvalinum tann 8. november 2016

Vanligt hevur altíð verið, at kommunustýrislimir enda í løgtinginum, men nú eru løgtingsfólk vorðin so ósmæðin og íðin eftir pengum og makt, at tey eisini stilla upp á kommunuvalinum tann 8. november. Tilsamans eini 11 løgtingsfólk stilla upp

Í morgun var eitt valevni hjá Framsókn í sendingini Góðan morgun Føroyar, og tað hava fleiri undrast á, tá ið KVF segði í síðstu viku, at persónar sum eru uppstillaðir til kommunuvalið, hava karantenu

- Gamalkommunistarnir DRR herja nú aftur á klassafíggindan í Málráðnum. Klassakampurin er ikki av

Hvussu fekk Kringvarpið at vita, at Vága Floghavn hevði keypt ferðaseðlar til SAS umboðini, tá ið tey vóru í Føroyum og hildu tíðindafund í sambandi við at SAS fer at flúgva til Føroya, er spurningur, sum fleiri spyrja

Men 62 prosent av teimum 1728, sum hava svarað í spurnarkanningini á VP higartil, siga seg velja flogfelagið sum hevur lægsta kostnaðin á ferðaseðlinum

53 prosent siga í spurnarkanningini á VP beint nú, at tey fara at flúgva við tí flogfelagnum sum hevur lægsta ferðaseðlakostnaðin. Yvir 700 hava sagt sína hugsan higartil

Eftir at tíðindini bórust tíðliga í morgun um at SAS fer at flúgva til Føroya tann 26. mars 2017 er spurningurin, um hetta fer at geva nakra kapping á marknaðinum, ella um føroyingar halda seg til føroyska flogfelagið

Tað gevur onga meining, at Atlantic Airways skal uppføra seg sum eitt privat felag í kapping. Tí tað er tað ikki

- Starvsfólk á flogvøllinum við børnum hava fría atgongd inn á vøllin at taka móti Ronaldo

- Enn hevur einki reyðgløðandi tjóðveldisfólk víst minsta áhuga at strika danskt í føroyska fólkaskúlanum. Man Rigmor fara at verða hon, sum fer at strika danskt?

- Hóast Aksel formaður óivað er ein genetiskt ektaður javnaðarmaður so eru frontfigurarnir í flokkinum Heðin Mortensen og Sjúrður Skaale. Tað sigur alt um, hvussu breitt ruskspannin hjá Aksel fevnir

- Alfrøðingarnir, sum dúgliga verða brúktir sum búskarparlig sannleiksvitni av journalistisku vinstraflokkunum (t.e. KvF, Sosialinum, Dimmu og in.fo), hava slettis einki álit á arbeiðinum hjá nýskipanarnevndini

Í D&V kjakinum í kvøld fara aftur tveir við somu meining at kjakast, og eru teir Johnny í Grótinum, formaður í fiskivinnunevndini, sum mælir til uppboðssølu, og Jóannes Jacobsen, heitasti forsprákarin fyri uppboðssølu

Í Stórabretlandi var sagt at ein atkvøða í meiriluta var nokk til brexit, men VP-kanningin vísti, at 49 fleiri føroyingar vilja hava at Føroyar eiga at verða eitt sjálvstøðugt land

Eiga Føroyar at verða eitt sjálvstøðugt land? spyr VP í spurnarkanning - 49 prosent siga ja og 51 prosent siga nei

Nú mikudagin 14. september eru tað 70 ár síðani, at ein meiriluti av føroyingum á fólkaatkvøðu tók avgerð um, at Føroyar eiga at verða eitt sjálvstøðugt land. Danska stjórnin tóktist fyrst at viðurkenna avgerðina hjá Føroya fólki, men kúvendi undarliga nokk nakrar dagar seinni

Skúli, útbúgving, mentan og umhvørvi hava ikki so stóran áhuga, sum eldraumsorgan og vinnulív. Tað vísur spurnarkanningin á VP í sambandi við kommunuvalið

VP hevur lagt eina nýggja spurnarkanning út, har spurt verður hvat er mest týðandi mál fyri teg á kommunuvalinum. Er tað skúli og útbúgving, ella eldraumsorgan, ella heilsa, mentan, vinnulív ella umhvørvi

Ofta verður skotið netmiðlum í skógvarnar, at tað er talið á klikkum sum stýrir tí ið skrivað verður. Men man hetta fyribrigdið vera púra ókent á blaðredaktiónini?

Ellivu av sekstan samgongulimum fara at stilla upp á kommunuvalinum. Lønin hjá borgarstjóranum í Havn, sum situr bæði á tingi og í býráð, er lokkandi og freistar

- Vit kunnu bara staðfesta, at vit ongantíð fyrr hava havt so stóra politiska uppíblanding sum nú í fiskivinnuni

Í spurnakanningini sum er á VP beint nú, siga 52 prosent at tað er langt úti, at Móttøkuhúsið í Tórshavnar kommunu hevur keypt eitt borð fyri 365.000 krónur

- Europe’s best kept secret, skrivar VisitFaroeIslands á síni heimasíðu. Og hevur selt Føroyar við orðum sum: Unspoiled, Unexplored, Unbelievable

- Er als onki mark fyri ógegni í Kringvarpi Føroya, tá mann kann sita í eini morgunsending fyri alt fólki og niðurgera onnur valevni, samstundis sum mamma stillar upp?

Valstríðið er so smátt byrjað, í hvussu er í Havn, og tí verður ein spurnakanning gjørd nú til tess at lodda dýpið

Sambært eini spurnakanning á VP beint nú, so høvdu Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin havt meiriluta einsamallir, um valt hevði verið í dag