Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendi beinleiðis frá Føroyska Filmstiltakinum í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.

Almennu mentastovnarnir Kringvarpið og Norðurlandahúsið skipa fyri tiltakinum. Finnur Koba var vertur í sendingini og upplýsti at tiltakið hevur verið í 9 ár.

Sum vant er, legði hann beinan vegin eftir landstýrismanninum Jenis av Rana.

Verturin vildi vera við, at Jenis hevði givið avboð, tí teknifilmurin Skúla Skam varð vístur.

Tað er tann filmurin, sum eingin hevur sæð, men sum øll vita at tey banna so illa í.

Síðani hevur tiltakið verður endursent fleiri ferðir.

Tað sum undrar er, at borgarstjórin í Runavíkar Kommunu hevur fingið møguleikan at lata pengar til vinnaran, og at halda talu um seg sjálvan, Kuba og Hemmingway.

Hevur hetta verið boðið út, ella er hetta tað, sum Óli Breckmann kallar felagið “Inter Rós”, sum aftur er við sítt fríska lív?

Tiltakið vardi meira enn 2 tímar og er so langt, at hyggjarin fær góðar stundir at spyrja seg sjálvan og øll í stovuni, hvar borgarstjórin í høvuðsstaðnum var.

Var hann vilstur í innkomuvegnum, ella hvat?

Hyggjarin kundi eisini spurt seg sjálvan, um tiltakið er boðið út til allar Føroya kommunur, ella um Tobbi er sjálvskrivaður per automatikk og fjarstýrara at halda røðu og handa vinning fyri ein láturligan smápenga, ha?

Herregud, hetta er jú smáttaríir, sum Tobbi kemur við.

Hvat við at bjóða øllum kommunum við, so ein munandi upphædd fór til vinnaran - soleiðis gera tey við crowd funding, ikki sannheit?

At enda brendi verturin í tey fáu møttu tandrini við heilsanini, at nú kundu tey fara um í Sirkus at møta supersmittarum og spjaða koronasmittuna víðari í høvuðsstaðnum.

Eftir stendur ósvaraði spurningurin:

Heðin, hvar ert tú?

Fert tú at lata Tobba eiga filmsídnaðin í Føroyum?

Var tað ikki tú sjálvur, sum stuðlaði Klippfisk langt áðrenn Geytan og alt møguligt annað, Filmshúsinum á Vestaru bryggju eisini?

Hvar er berattigilsið hjá Tobba at fara avstað við tí látuliga bíliga reklamuplássinum, sum Føroyska Filmskvøldið er blivið til?

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo