Seinastu tíðina er ein verkætlan fyri og onnur eftir avdúkað í Tórshavnar kommunu, og tóat KVF hevur fingið somu innbjóðing sum allir aðrir miðlar, so er KVF ikki møtt upp.
Her eru nakrar av verkætlanunum í Tórshavnar kommunu seinastu tíðina, sum KVF so at siga skoytaði framvið uttan upptøkutól:
Reisigildi á Tórsvølli, verkætlan fyri 120 mió kr, kommunan rindar helvtina av kostnaðinum og FSF hina helvtina (20. mai)
Heildarætlan fyri Stórutjørn avdúkað, framtíðar bústaður hjá meira enn 2000 fólkum (19. mai)
Reisigildi á Umlættingardeplinum í Hoyvík, verkætlan fyri 87 mió kr (7. mai). Umlættingardepilin er tann einasti av sínum slag í landinum - 150 fólk kunnu fáa rehabilitering árliga.
Marknagilsvegurin liðugur, verkætlan fyri 50 mió kr (27. apríl)
Reisigildi Vesturi á Flat - 4 nýggjar stovur til býlingshúsið, verkætlan fyri 25 mió kr (24. apríl). Býlingshúsið Vesturi á Flat verður størsti dagstovnur í kommununi!
Tíðindafundur um, hvussu kommunan letur uppaftur (20. apríl)
25. mars var útbjóðing av 100 íbúðum á Stórubrekku.
Einki KVF.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo