Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Her gingu vit og hildu, at í Føroyum var bannað at reklamera fyri rúsdrekka.

Vit fóru tó at ivast herfyri, tá Einar Waag slapp inn í hvørja stovu at reklamera fyri whisky fyri ellivuhundrað krónur fløskuna.

Sjálvt skotar øtaðust.

Marknaðarføringin hepnaðist so væl, at útselt var eftir lítlari løtu og Rúsan var enntá við í marknaðarføringini í beinleiðis sendingum í KvF.

Í marknaðarføringslógini verður nevnd serlig marknaðarføring, sum ikki beinleiðis ella óbeinleiðis má eggja til eitt nú rúsevnismisnýtslu.

Víst verður til, at mann eigur serliga at taka atlit til nátúrliga góðtrúnið hjá børnum og ungum, og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka.

Um nakar ivast í, um Dennis Holm aftrat fulltíðarstarvinum sum borgarstjóri í Vági og alment fíggjaðu granskingini í sjálvfylgiligheitum, hevur havt annað at takast við, so verður nú avdúkað, at hann hevur bygt eitt bryggjarí í Vági. 

Sum borgarstjóri er helst lætt at avgreiða umsóknir og loyvi av ymsum slagi og at taka sær rættin til at uppkalla Biskuskeldu til endamálið.

Og nú hann hevur latið Bjarna lyklarnar, koma stórtíðindi úr Vági.

Og enn einaferð leggur KvF sum eitt annað skeinkistað opna mikrofon til.

Sokallaðu vakthundarnir í Sordudíki ganga spentir runt við upptrekkjara í reyvalummanum fyri at snodda næstu góðu søguna, har teir eggja Føroya fólki at gerast hundasjúk.

Vorðið sum vakthundar. 

Fleiri ferðir sama dag í longum beinleiðis sendingum við undirspæli og ljóðeffektum og gjølligari gjøgnumgongd av produktum og komandi marknaðarføringsátøkum við ókeypis ølsmakking.

Tað er líka við, at ølið spríkir út gjøgnum hátalararnar.

Mikrofonhaldarí og ókeypis reklama av fúlum slagi.

Hvør kjaftur veit nú eisini, at tann eina ølin fer at eita Fámará.

Sambært Dennis ein frísklig hveitiøl.

Onkur helt, at Fámaráølin helst var ein smakleys og dovin øl við bitrum eftirsmakki, tá hugsað verður um lagnuna hjá Fámara, og hvussu hetta náttúruvakra stað hevur ligið sum ein kavrotin og bumbað ruin í mannaminni. 

Kanska ikki ein SMAKKleys øl – men SMAKleys er hon í øllum førum.

Nú er Johan í Kollafirði fráhaldsmaður. Men hann hevði heilt sikkurt ikki drukkið hana kortini.

Tað mest smakleysa er tó KvF, sum lefrar fyri hvørjari ókeypis rúsdrekkasmakking og beinleiðis ger seg inn á marknaðarføringslógina.

Heilsumálaráðið staðfestir, at í Føroyum er ikki loyvt at lýsa við rúsdrekka.

Hetta merkir, at øll sølufremjandi lýsing í føroyskum fjølmiðlum og tíðarritum... um sølu, skeinking og útflýggjan av rúsdrekka er forboðin.

Skaðilig misnýtsla av rúsdrekka kostar árliga miljónir av mannalívum.

WHO hevur staðfest, at bann móti rúsdrekkalýsingum er besti háttur at minka um skaðiligu árinini.

Vit lata hatta standa eina løtu til umhugsunar.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo