Olga Højgaard í Vestmanna fyllir 100 ár í dag.
Olga hevur tað mesta av sínum arbeiðsføru døgum verið heimasjúkrasystir í Vestmanna og hevði eisini ábyrgdina av telefonstøðini í bygdini frá 1952 til 1976, tá telefonin varð automatiserað. Ábyrgdina av telefonini fekk familjan hjá Olgu beinleiðis frá Ólavi á Heygum, ið sum kunnugt legði fyrstu telefonlinju í Føroyum í 1905.
Olga var gift við Samson Højgaard, lærara. Samson doyði í 1992. Saman áttu tey seks børn.
Olga er væl fyri. Hon býr einsamøll, men børnini skiftast um at sova hjá henni.
Dagurin verður hildin í Ítróttarhøllini í Vestmanna frá klokkan 5 til 8.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo