Tann 1. november 1975 var fyrsti arbeiðsdagur hjá løgreglumanninum Hans Djurhuus, og fyrrapartin í dag var hátíðarløta á Politistøðini í Klaksvík í sambandi við stóra dagin.
Men tann 1. november 1975 byrjaði hann ikki at starvast sum løgreglumaður í Klaksvík, men í Keypmannahavn.
Í Klaksvík byrjaði hann at starvast sum løgreglumaður tann 1. juni 1978, og í starvinum hevur hann trivist so væl, at hann hevur starvast í Klaksvík síðani, og ongantíð heldur søkt um at fáa starv aðrastaðni.
Millum klokkan 10 og 12 fyrrapartin í dag, var hátíðarløta á Politistøðini í Klaksvík, har millum annað eisini fútin var komin at heilsa upp á Hans Djurhuus.
Tað er einki aldursmark fyri nær ein løgreglumaður skal gevast í starvinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo