Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

RFF: Í gjár, 19. januar, helt Ráðið fyri Ferðslutrygd 40 ára stovningardag sín. Eini 110 innboðin vóru við til at halda dagin í Østrøm.  Á skránni var røða hjá Henrik Old, samferðslumálaráðharra, framløga hjá Ferðslutrygd, hugleiðingar hjá Halleluja-Sofusi og at enda pallborðsfundur við politiskum umboðum.

Í 2006 varð í Ferðslutrygdarætlanini sett hetta mál: ”Talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða skal vera 30% minni í 2015 enn í dag (2006).” Hetta er væl og virðiliga rokkið. Og vit eiga veruliga at fegnast um, at vanlukkur við fólkaskaða eru minkaðar, tí hetta rákið er ógvuliga týðiligt.

Men hagtølini skilja ikki ímillum vanlukkur við smærri løstum, og so tey, sum til dømis verða 100 % óarbeiðsfør. Tað vil siga, at vit vita einki um, hvussu stórur partur av hesum eru álvarsliga skadd, ella í hvønn mun talið á álvarsliga skaddum er minkað hesi seinastu 10 árini.

Ikki rokkið málið um 30 % færri deyð í 2015
Eitt, sum eisini varð væntað, tá hetta mál um 30% færri óhapp við fólkskaða varð sett, varð, at talið á deyðum fór at minka tilsvarandi frá 2006 til 2015. Hetta málið er ikki rokkið.

Í 2006 høvdu vit 4 deyð (ella 3,7 fyri 10 ára miðal)
Í 2015 høvdu vit 1 deyðan (ella 3,1 fyri 10 ára miðal)

Skuldi talið á deyðum minkað 30 %, hevði miðaltalið í 2015 verið 2,6. Í heilt stuttum hava vit ikki lagt nóg stóra orku í at forða ferðsluvanlukkum. Tí her kemur einki av sær sjálvum.

Flest doyggja í Føroyum í Norðurlondum
Samanbera vit við Norðurlond, doyggja flest í Føroyum í mun til fólkatalið. Ár eftir ár síggja vit í Noregi, Svøríki og Danmark, at tey bróta síni egnu met í fáum deyðum í ferðsluni. Hjá teimum doyggja knapt 3 pr. 100.000. Okkara miðal liggur uppi á gott 6 pr. 100.000. Tvs gott 3 um árið, tí vit eru 50.000. Skulu vit á teirra stig, mugu ikki doyggja fleiri enn 1,5 í miðal um árið.

Parturin av ungum deyðum nakað minkaður
Hyggja vit at deyðum seinastu 10 árini, síggja vit, at ung 15-24 ár framvegis doyggja í størstan mun. Men parturin hjá teim ungu ikki er so ovurhonds nógv størri enn fyri tey, sum eru 55-84 ár, sum hann var fyri nøkrum árum síðan. Eisini síggja vit, at væl færri børn eru deyð samanborið við fyrr. Hetta rák sæst eisini í grannalondum, at børn doyggja ikki so nógv sum fyrr í ferðsluni.

Vit fáa ikki givið eitt eintýtt svar uppá, hví so er. Tí deyðsvanlukkur í Føroyum verða ikki kannaðar til botns á sama hátt sum í okkara grannalondum, har ein serstøk skaðanevnd greinar álvarsligar ferðsluvanlukkur. Í Føroyum er tað politiið á staðnum, sum saman við Akstovuni ger kanningar av ferðsluóhappum, men tær eru ikki so nágreinligar, sum ein skaðanevnd kann gera tær, tá orkan og umstøðurnar eru avmarkaðar.

Men vit loyva okkum at vænta, at partur av frágreiðingini, hví lutfalsliga færri ung eru deyð seinastu 10 árini, kann vera Ferðsludagarnir, sum RFF skipar fyri í samstarvi við løgreglu, ambulansutænastu, avvarðandi oø.

Ferðslutrygdarætlanin má verða dagførd
RFF vísti á fleiri inntriv fyri at betra ferðslutrygdina í Føroyum, millum annað:

• Ferðslutrygdarætlanin má verða dagførd
• Hagtøl skipað og nágreinað
• Skaðanevnd til álvarsligar vanlukkur

Pallborðsfundur: Dagførd ferðslutrygdarætlan og Hálkubreyt
Á pallborðsfundinum søgdu politikararnir seg allar vilja vilja virka fyri, at ferðslutrygdarætlanin varð dagførd í ár ella í 2017. Teir løgdu eisini allir áherðslu á, at Hálkubreyt og Skaðanevnd vóru týðandi stig at raðfesta, fyri at gera ferðsluna tryggari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo