Í dag, 7. februar, fyllir skúvoyingurin Hans Skálagarð, 92 ár.
Hans Skálagarð er ikki nakar almindeligur skúvoyingur, tí hann hevur búð í USA tað mesta av ævi síni, og har er hann vorðin kendur sum listamálari, og serliga hevur tað ligið væl fyri hjá honum at mála skip.
Hans fór til Íslands í 1941, og hagani fór hann víðari til USA. Hann sigldi í nógv ár við amerikanskum skipum, men tað var tá hann byrjaði at mála, at hann gjørdist kendur, tí tað lá so mikið væl fyri.
Hóast hann ikki er heilt ungur, so málar Hans enn, siga vinfólk.
Omanfyri er ein dokumentarur, gjørdur um Hans Skálagarð í 2011.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo