Skipað hevur verið fyri lítlum hátíðarhaldi seinnapartin, nú ikki færri enn fýra starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu hava hildið ymiskar starvsdagar.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði nøkur orð og handaði teimum fýra kvinnunum hvør sítt blómutyssi, og hjástødd kundu eisini heilsa upp á tær fýra, sum allar arbeiða á Býarbókasavninum.
Av teimum fýra hevur Johanna Cathrina Mørkøre, verið longst í starvi, tí tann 1. oktober vóru 40 ár, síðani hon kom í starv sum bókavørður á Býarbókasavninum, har hon hevur verið síðani.
– Johanna hevur mest arbeitt við skráseting av bókum, men hevur seinnu árini eisini luttikið eldhugað í at skipa fyri framsýningum og lesiringum, segði borgarstjórin.
– Hon hevur í fleiri umførum verið álitisfólk, og eisini hevur hon í fleiri umførum røkt onnur álitisstørv, eitt nú sum nevndarlimur í Bókavarðafelagnum.
Eisini Malan Hilmarsdóttir hevur verið drúgv sum bókavørður, tí tann 1. november vóru 30 ár, síðani hon kom í starv sum barnabókavørður á Býarbókasavninum.
– Malan brennir fyri barnabókasavninum og dámar væl at skipa fyri tiltøkum fyri børn og ung, og í síðstuni hevur hon lagt stóra orku í at seta í gongd lektiuhjálp á Býarbókasavninum, segði Heðin Mortensen.
– Hon er álitisfólk á stovninum, og hevur eisini havt onnur álitisstørv, eitt nú í Bókavarðafelagnum, og í mong ár hevur hon verið skrivari í nevndini fyri barnamentanarvirðisløn Tórshavnar býráðs.
Kristina Petersen hevur 10 ára starvsdag sum bókavørður og Frida Kunoy 10 ára starvsdag sum skrivstovufólk á Býarbókasavninum, og tær fingu eisini hvør sína heilsan frá borgarstjóranum:
– Kristina er sera nærløgd og væl skipað, arbeiðir nógv við KT og heimsíðuni hjá Býarbókasavninum, men er eisini ein av teimum, ið regluliga vitjar eldri borgarar at bera teimum bøkur, segði Heðin Mortensen.
– Frida er blíð, arbeiðssom, álítandi og ógvuliga nærløgd, og umframt at taka sær av bókhaldinum, fæst hon eisini við at bíleggja bøkur og tekur somuleiðis vaktir í avgreiðsluni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo