Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fyri 5 árum síðani var 40 ára minningarhald hildið uppi á Knúki, har fólk, sum vóru við í flogfarinum og avvarðandi familja bæði hjá teimum, sum fórust og teimum, sum komu undan, vóru savnað í stórum tali.

Umleið 120 fólk vóru savnað um steinin, har ein minnispláta av kopari varð sett upp við nøvnum teirra, sum umkomust. Tað var við henda steinin flogfarið steðgaði – eitt ævigt minni!

Hetta var eitt Fokker Friendship  flogfar hjá Íslenska flogfelagnum Icelandair, sum henda leygardagin, fyri 45 árum síðani, kom úr Reykjavík um Bergen til Føroyar við 30 ferðafólkum og 4 manningarfólkum.

Flogfarið náddi ikki flogvøllin, men uppi á Knúki, væl omanfyri Mikinesbygd, hendi tann tunga lagnuløtan, sum broyttti gerandisdagin hjá mongum. Kl. 10.57 misti flogvøllurin sambandi við flogfarið.

Tey vóru 8, sum lótu lív henda sorgardag á Knúki:
Martin Holm, 60 ár, Tórshavn.
Vilda Petersen, 56 ár, Vestmanna.
Ernst Petersen, 52 ár, Glyvrar.
Sofus Jacobsen, 52 ár, Klaksvík.
Hans Jacob Joensen, 50 ár, Klaksvík.
Bjarni Jensson, 45 ár, Reykjavík.(Hann var skipari á túrinum)
Gunleiv Durhuus, 35 ár, Klaksvík.
Brynleif Hansen, 33 ár, Vatnsoyrar.

STIGTAKARAR
Tað var Bina Jacobsen, einkjan eftir Sofus Jacobsen úr Klaksvík, sum var millum teirra, ið læt lív, sum nevndi fyri soninum Steintóri, um at skipa fyri eini minningarløtu nú 40 ár eru liðin. Síðani fór ein nevnd at arbeiða við málinum.

NEYÐUGT VIÐ MINNINGARHALDI
Tað var gott og neyðugt við minningarhaldinum uppi á Knúki fyri 5 árum síðani, tí tað gav høvið hjá teimum, sum komu undan og avvarðandi familjum, at seta eitt heiðurligt og endaligt punktum við hetta, sum hendi í teirra lívi.

Sum dømi kann nevnast, at nøkur av teimum, sum komu frá vanlukkuni við lívinum, og fleiri av eftirkomarum teirra, sum lótu lív, høvdu ikki møguleika at vera við til jarðarferðirnar. Flestu av hesum 120 fólkum høvdu aldri áður verið á skaðastaðnum, og hóast eina felagslagnu, so høvdu flestu teirra aldri møtt hvørjum øðrum áður.

Tað, sum eyðkendi minnisløtuna á Knúki fyri 5 árum síðani var, at tá fólk heilsaðu upp á hvønn annan, komu nógvir ósvaraðir spurningar aftur til lívs, og avvarðandi og eftirkomarar nýttu høvið at tosa við hvønn annan, og onkrir ósvaraðir spurningar og leysir endar komu meiri upp á pláss.

Undirritaði var ein av teimum mongu, sum við familjuni var á Knúki hendan minningardagin. Hetta var av sonnum ein hátíðarløta har álvarsemi lá yvir fólkinum og tár runnu, tá sungið og røtt varð, og ikki minst, tá klokkan var 10.57, sum var tíðspunktið, tá flogvøllurin misti sambandið við flogfarið, tá lýst varð til eina stilla løtu í ein minutt – tað var sum at standa á heilagari grund!

STÝRIMAÐURIN OG FLOGTERNAN
Tað var ikki minst rørandi at síggja og uppliva tey bæði av manningini henda vanlukkudagin, stýrimannin Páll Stefanson og flogternuna Valgerður Jónsdóttir, sum stóðu ímillum gestirnar við sínum egnu tonkum, sum høvdu heilt aðrar fortreytir enn hjá øllum hinum. Tað sást greitt á stýrimanninum, at hann var rørdur til botns, har hann stóð við steinin  har flogfar hansara steðgaði og starvsfelagi hansara, flogskiparin, Bjarni Jensson steðgaði fyri seinastu ferð. Sonur flogskiparan, Jens Bjarnason, sum bert var 9 ára gamal vanlukkudagin, var millum avvarðandi familjurnar á Knúki.  

Steintór Jacobsen, løgreglumaður, sum misti pápa sín undir vanlukkuni, setti minningarløtuna. Hann nevndi m.a., “at sálarlig kreppuhjálp var ikki til tá, og at tey avvarðandi fingu ikki loyvið at síggja síni kæru, sum  var við til at reisa nógvar óloystar spurningar.”

Jógvan Fríðriksson, bispur, hevði minningarprædikuna, har hann m.a. røddi um sorgina henda dagin fyri 40 árum síðani.......”sum rann saman við gleðini, tá boðini komu um tey 26, sum komu frá vanlukkuni við lívinum. Henda gleðin er samstundis ein djúp sorg saman við teimum, ið mistu, tí hin ektaða gleðin minnist veruleikan og hugsar um tey, sum lótu lív og teirra avvarðandi.”

Oluffa Durhuus úr Klaksvík avdúkaði minnisplátuna. Oluffa var saman við manni sínum við flogfarinum, tá vanlukkan hendi. Maðurin doyði og Oluffa fekk stóran skaða.

Miriam Rasmussen úr Runavík, sum eisini misti pápa sín undir vanlukkuni, og sum bert var 5 ára gomul tá, endaði løtuna á Knúki, og takkaði øllum teimum, sum offraðu tíð og orku til at leita eftir flogfarinum undir sera vánaligum  umstøðum. Hon takkaði eisini bygdafólkunum í Mykinesi fyri teirra serdeilis stóra leiklut í bjargingararbeiðinum.

Tey avvarðandi vóru boðin til døgurða á Hotel Vágum eftir minningarhaldið. Hetta var ein hóskandi endi á einum minnisdegi, sum sanniliga hjálpti til at seta sváru minnini í eitt greiðari samanhang.

Gud signi minni eftir tey, sum fórust undir Knúki
fyri 45 árum síðani
26. septembur 1970!

Poul jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo