Í 1915, 3. sunnudag í advent, varð Mikladals kirkja vígd av Fríðriki Petersen, prósti. Hjástødd til hesa hátíðarløtu vóru, umframt bygdarfólk, Absalon Joensen, sum eitt skifti var prestur í Norðoyggjum, amtmaðurin og sjefurin á danska sjóverjuskipinum Beskytteren, sum kom norður við próstinum og amtmanninum.
Nú kirkjan rundar tey hundrað, eru nógvar umfatandi umvælingar gjørdar. Fyri trimum árum síðani varð eitt nú gólvið skift, veggirnir klæddir av nýggjum, nýggj vindeygu ísett og nýggir beinkir vórðu gjørdir. Kirkjan varð eisini málað bæði innan og uttan. Nú til hátíðarhaldið eru steinar lagdir á túnið og garður er lagaður um kirkjuna, ið er eitt satt prýði fyri bygdina.
Sunnudagin kl. 12.00 verður hátíðargudstænasta, har Jógvan Fríðriksson biskupur prædikar. Prestarnir í Norðoya vestara prestagjaldi, Hanus á Gørðum og Marjun Lómaklett, koma eisini at luttaka. Limir úr Klaksvíkar Hornorkestri koma at seta sín dám á hátíðarløtuna.
Eftir gudstænastuna verða øll boðin til døgurða í avhaldshúsinum. Klokkan 16.00 verður konsert í kirkjuni, har Hallur Joensen og dóttirin Jessica saman við Beddi koma at syngja jólasangir, og Marjun Lómaklett kemur at hava andakt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo