Lítið hátíðarhald var í morgun í Lítlaskógi í Djóna í Geilgøtu. Ein av orsøkunum var, at Heidi Norðoy hevði 25 ára starvsdag. Og tað skal hátíðarhaldast við gávum og røðu frá borgarstjóranum.
Borgarstjórin greiddi frá, at Heidi er kend fyri at vera nærverandi, dámar væl at fordjúpa seg. Hon er góð til at lurta. Hon er skilagóð.
- Sum vit skilja tað, so er tað soleiðis, at tá nakar her á stovninum ivast í onkrum, so fer mann bara til Heidi. Hon vil at øll hava tað gott, er friðarsøkin. Haraftrat hevur hon eitt lætt lyndi og ein sera smittandi látur, segði Heðin Mortensen.
- Heidi er deiliga erlig og ikki sjálvhátíðarlig. Hon er ein menniskjakennari burturav og dugur sera væl at seta seg inn í støðuna hjá øðrum. Í frítíðini dámar Heidi sera væl at ganga túrar í náttúruni, eisini tekst hon av og á við leirarbeiði, segði borgarstjórin m.a., áðrenn hann handaði Heidi blómur og gávu frá kommununi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo