Havstovan: Í sambandi við at Bogi Hansen, havfrøðingur herfyri gjørdist 70 ár og harvið fór um aldursmarkið fyri, nær mann kann vera í føstum almennum starvi, var samkoma á Havstovuni týsdagin 24. november.
Bogi Hansen er kendur og virdur granskari, bæði i Føroyum og úti í heimi. Umframt slóðbrótandi gransking í føroyskum viðurskiftum, hevur Bogi luttikið í nógvum altjóða granskingarverkætlanum og hevur sett síni týðiligu spor í altjóða gransking.
Væl av fólki var komið at heiðra Boga á hesum merkisdegi, bæði fólk við tilknýti til gransking og umboð fyri Fróðskaparsetrið, har hann hevur starvast og undirvíst í mong ár. Útlendskir granskarar og samstarvsfelagar komu eisini á vitjan í hesum sambandi.
Hóast tað ikki ber til at vera í føstum starvi á Havstovuni eftir 70 ára aldur, ber til at vera leyst knýttur at Havstovuni. Bogi er framvegis eftirspurdur samstarvspartnari í altjóða gransking og fer at halda fram í altjóða granskingarverkætlanum, sum Havstovan er við í.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo