Í dag fyllir Føroya allar allar kendasti viðmerkjari 50 ár.
Talan er sjálvandi um Jóan Paula í Geil, sum á sínum Facebook-profili hevur mynd av fínu kakuni, sum gestirnir fáa, koma teir á gátt.
Skal tú sum Jóan Pauli í Geil viðmerkja alt sum kemur út á netinum, antin tað so er á Facebook ella á netmiðlunum, so krevur tað, at tú fylgir væl við, og tað ger føðingardags barnið.
Her á VP hava vit sæð, at onkuntíð ganga bert nøkur fá sekund, so er kendasti viðmerkjarin klárur við nøkrum orðum.
Og tað er neyvan nakar, sum ikki veit, hvørja politiska áskoðan Jóan Pauli í Geil hevur.
Gótt tjóðveldis-dna úr Sandoynni, blandað saman við fólkafloks-dna úr Klaksvík, fær ikki givið annað úrslit enn ein original!
Viðmerkingin á Facebook-profilinum hjá honum í dag: Ja, ja, so er kakan komin, hesa kann ikki annað enn sigast um, sum danskarnir søgďu fyrr: først skal træet vises så skal det spises.
Vit á VP ynskja viðmerkjaranum hjartaliga til lukku við degnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo