Nes kommuna: Súni í Hjøllum hevur sitið í bygdarráðnum í Nes kommunu út í eitt síðani 1. januar 1985 og er hetta 8. setan, at Súni situr í bygdarráðnum.
Súni í Hjøllum hevur havt fleiri álitispostar. Sum bygdarráðslimur, hevur hann m.a. verið varaborgarstjóri og formaður í teknisku nevnd. Í løtuni er Súni varaborgarstjóri og umboðar eisini Nes kommunu í Kongshavnar Havn, har hann er formaður umframt, at hann eisini situr í skúlastýrinum fyri Tofta skúla.
Súni í Hjøllum arbeiðir til dagligt í Klaksvík sum fólksskúlalærari.
Á starvsfólkaveitslu fríggjakvøldið, handaði borgarstjórin, Jóhannus Danielsen, Súna í Hjøllum eina gávu fyri trúgva tænastu. Gávan var ein klokka úr gróti, við búmerkinum hjá Nes kommunu inngraveraðum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo