Henda myndin er tikin yvir Klaksvíkina seinnapartin í dag, men tað er helst ikki bara í Klaksvík at dagurin í dag hevur verið so avbera vakur.
Fittar tungur vilja vera við, at orsøkin til góða veðrið í dag er, at tveir kendir menn hava føðingardag.
Menninir eru Tórbjørn Jacobsen, havnameistari í Runavíkar kommunu, og Vladimir Putin, forseti Russlands.
Vøkru myndina hevur Jóan Petur Olsen tikið í sambandi við merkisdagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo