Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Mynd: Tórbjørn Jacobsen

Mynd: Tórbjørn Jacobsen

Fyri 40 árum síðani vóru mínir javnaldrar 20 ára gamlir. Nóg gamlir til at hava fingið stríðið um Vietnam væl og virðiliga undir húðina - og inn í knokkin. Kríggið í og um hetta lutfalsliga lítla landið, so fjart í eystri, var ein partur av okkara uppvøkstri, tað var ikki dagur frá Guði, at ikki hvør einasta tíðindasending í Útvarpinum og útlendskum radiostøðum, sum ofta hurraðu dagin langan í føroyskum heimum, lótu okkum seinastu dagføringarnar um støðuna í Vietnam. Vietnam-kríggið gjørdist ein partur av DNA´num hjá øllum, sum tá vóru uppi á døgum, til bar ikka at renna undan tí, og har fløktust frælsisstríð og hugsjónarstríð, stríðið ímillum Dávid og Goliath og kampurin um hvønn vegin heimurin skuldi fara, upp í eina hægri eind. Onkursvegna gjørdist hetta eisini snúningsásin, í hvussu er ein rættiliga sjónskur partur, av kalda krígnum, sum tá stóð ímillum eystur og vestur, ofta einfaldað til stríðið ímillum tvær búskaparskipanir, hina kapitalistisku og hina marxistisku.

Uppiløgudagar stóðu teir gomlu, sum tá vóru um mín aldur nú, ofta dagin langan uttanfyri skivuna í handlinum, bæði í Syðrugøtu og á Glyvrum, og spjallaðu um leyst og fast. Vietnam var ofta havt á lofti, og tað kveikti mín áhuga at hoyra hesar eldhugaðu menninar tosa um, hvussu visti við har eysturi. Norðmaðurin, danskarin, BBC og íslendarin, sum tá vóru tíðindanámini, Útvarpið var so ungt og sendi bara í einar tveir til tríggjar tímar um sólaringin, høvdu helst flestu tíðindini frá amerikumonnum, tí var tíðindastreymurin sjálvandi nakað litaður tann vegin tey fyrru árini, men táið amerikanska fólkið og pressan smátt um smátt fóru at seta spurningar um tað skilagóða í hesum engagementinum í hesum fjara landinum í eystri, tá hvakk onkursvegna, og umrøðan fór kanska meiri tann vegin, at hetta var kampurin hjá einum fólki ið ynskti frælsi, andvegis hesum hernaðarliga risanum USA, sum umvegis stjórnina í Saigon royndi at halda fast um hendan strategiska tangan í Fjareystri. Kina og Sovjetsamveldið lógu norðanfyri, og ivaleyst hevur nógv samband verið ímillum Hanoi og hesar kommunistisku risarnar í grannalagnum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo