Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag fyllir Daniella Olsen 103. Her er hon avmyndað saman við Heðini Mortensen, borgarstjóra, sum vitjaði inn á gólvið við blómuheilsan frá Tórshavnar kommunu.

Daniella er næstelsta fólk í Tórshanar kommunu. Hon er kend sum eitt skilafólk, ein sjáldsama vælupplýst kvinna við stórum andsevnum.

Hennara áhugi fyri mentan og bókmentum hevur fylgt henni alt lívið. Men hon hevur meiningar um tað mesta - og fýrir ikki fyri at siga sína avgjørdu meining um fótbólt eisini.

Tað er kent, at hon helt 90 ára dagin á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, tá Føroyar spældu á útivølli móti Íslandi.

Daniella er kend fyri sín humor og hevur lætt til láturs.

Daniella varð fødd tann 7. juni 1913. Hóast tað ikki var uttan stríð, so gjørdist hon ein av okkara fyrstu kvinnuligu akademikarum. Hon tosaði ræðið týskt og enskt.

Best hava vit kent hana sum lærarinnu.

Og tey, sum ikki kendu Daniellu frammanundan, tey hoyrdu um hana, tá hon av sínum eintingum forerdi Sands kommunu eitt bóksavn, stutt eftir at Sofus Olsen hevði givið bygdini eitt listasavn.

Men hóast tilknýti og kærleikan til Sands bygd og Sandoynna, so er Daniella ein býarmynd í Havn.

Mong minnast hana við brúnu skúlataskuni í hondini. Eisini á knallert.

Hon var lærari á Tekniska skúla í Havn longu frá 1957 og í Realskúlanum frá 1959 - og frá 1964 var hon lærari á Studentaskúlanum.

Og mong hava havt gleði av henni á Kvøldskúlanum.

Hon var væl fyri og prátingarsom í dag, hon sat til háborðs umgivin av familju, vinum og kenningum, sum vitjaðu inn á Boðanesheimið, har Daniella býr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo