Á samkomu á ráðhúsinum í Keypmannahavn í dag, fekk Maria Johannesen eina bronsumedalju handaða frá Hennara Hátign Drotningini fyri sítt góða avrik í samband við sveinaroyndina til útbúgvingina sum ursmiður.
Maria byrjaði at læra til ursmið í 2012, og hon hevur verið í læru hjá Urmager Henrik Werner í Hellerup.
Maria er ætta úr Tórshavn og er dóttir Onnu og Kára Müller.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo