Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Hon var ein av teimum fyrstu, sum byrjaði í starvi í Býlingshúsinum millum Gilja, og nú gevst hon vegna aldur. Hildigarð Berg hevur starvast í vøggustovuni í samfull 28 ár, nú hon fer frá fyri aldur.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Beinta Dalbø, leiðari fyri Barna- og ungdómsdeildina í Tórshavnar kommunu, vórðu boðin inn á gólvið til ein kaffimunn saman við øllum foreldrunum at børnum á stovninum fyrrapartin í dag.

- Tú fert á eftirløn 1. oktober í ár eftir 28 ár í býlingshúsinum her uppi. Hetta var áðrenn, randarhúsini vórðu bygd. Tú kennir hvønn krók í húsinum og kennir øll børnini aftur, sum hava verið á stovninum gjøgnum árini. Tú heilsar uppá tey, tá ið tú gongur á gøtuni ella koyrir í bussi, segði Heðin Mortensen í heilsan til Hildigarð.

Leiðarin í býlingshúsinum, Jóna Guttesen, segði eisini nøkur orð, og Hildigarð fekk eisini eina gávu frá borgarstjóranum og eina tøkk fyri øll árini, hon trúføst hevur starvast á stovninum.

- Nógv tey seinastu árini hava børnini kallað Hildigarð “omman”. Tað hevur henni dámt væl, men eingin hevur sum hon dugað at laga seg til nýggjar tíðir og at arbeiða saman við nýggjum og yngri starvsfólkum, segði borgarstjórin at enda.

Hildigarð eigur tvey børn. Maj býr í Miðvági, og Finnbogi býr á Glyvrum.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo