Í dag eru liðin 100 ár síðani realskúlin í Kongagøtu varð tikin í nýtslu. Presturin A.C. Evensen vígdi skúlan í fimleikahøllini, og bæði næmingar og avvarðandi vóru við til vígsluna. Hetta var 1. september 1916.
Áðrenn børnini og lærararnir fluttu í nýggja bygningin, var skúlin har, sum H.N. Jacobsens bókhandil húsast nú. Men foreldrini funnust at hølunum við Vaglið, tí tey vóru ov smá, gjósturin var nógvur, og børnini vóru sjúk í heilum. Mótstøðan var kortini stór at lata nýggjan skúla byggja. Mest afturhaldandi var Oliver Effersøe. Hann helt ikki, at gamli realskúlin var í so ringum standi, og hølistrotið kundu teir bøtt um, t.d. við avmarkaðum næmingatali og útihýst gentum úr skúlanum, men her fekk hann onga undirtøku.
149 børn fluttu úr gomlu hølunum, har H.N. Jacobsens bókhandil húsast, í nýggja bygningin í Kongagøtu.
Nógv bleiv klípt og spart av upprunaligu ætlanini, so skúlin gjørdist munandi minni enn upprunaliga ætlað. Atfinningar vóru beinanvegin, tá ið nýggi skúlin varð tikin í nýtslu, tí hann var ov lítil. Nærum øllum var greitt, at realskúlin eftir fáum árum fór at vera ov trongur. Upprunaliga skuldi skúlin hava 12 rúmligar stovur og vera í tveimum hæddum, men eftir skerdu tekningunum var hann í einari hædd við 6 stovum. Millum teirra, sum var fyri smærri stovum, var Rytter amtmaður, sum undir tingviðgerð í 1913 m.a. segði, at ein realskúlastova, sum rúmaði 12 næmingum, fór til allar tíðir at vera nóg stór í Føroyum.
Í 1927 stendur í fundarbókini hjá lærararáðnum, at 1. og 2. millumflokkur eru so stórir, 40 næmingar í hvørjum, at ráðið hugsar um at finna onnur høli í býnum og býta teir sundur.
Nú 100 ár seinni eru børnini flutt út, og Heilsuhúsið í Tórshavnar kommunu húsast í bygningin.
Til ber at lesa nógv meira um realskúlan í bókini Tórshavnar skúlasøga, sum Jens Marius Hentze hevur skrivað. Og í minningarriti frá 2006 eftir sama høvund ber eisini til at lesa meira um realskúlan og somuleiðis Tórshavnar kommunuskúla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo