Mánadagin 6. juni fyllir Reyða Kross Endurnýtsluhandilin í Vági fimm ár.
Hetta ynskir Reyði Krossur at halda við at bjóða kaffi og smákøkur í endurnýtsluhandlinum á Marknoyarvegi 36 í Vági mánadagin 6. juni klokkan 14 til 17.30.
Reyða Kross Endurnýtsluhandilin í Vági er júst fluttur í nýggj hølir á Marknoyarvegi. Sjálvbodnu handilskvinnurnar gleða seg at bjóða viðskiftafólkunum vælkomin.
Sjálvbodna arbeiðið í Reyða Krossi við endurnýtsluklæðum og lutum savnar inn pening til m.a. reint vatn, mat, heilivág, skúlagongd og bráðfeingishjálp til tey, ið eru rakt av kríggi, náttúruvanlukkum og fátækradømi.
Endurnýtsluvirksemið veitur eisini hjálp í Føroyum gjøgnum Reyða Kross Klædnahjálpina, ið hjálpir fíggjarliga sperdum familjum í Føroyum við góðum klæðum frá klædnaskiljingini.
Handilin í Vági er fullur av nýggjum góðum endurnýtsluklæðum úr stóru klædnaskiljingini hjá Reyða Krossi. Heilt nógv góð og kul ungdómsklæðir eru komin í handilin. Verð Vælkomin - kom og ger kvettið!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo